Nú liggja teir bestu borð um borð

Lagt er upp til tættar og spennandi kappingar, tá ið bestu bátarnir frá Norðoyastevnuni fara at liggja borð um borð á Skálafjørðinum

Jóannes Hansen
????????????????
Tað slitnar ikki sundur í hesum róðrarárinum. Tað verður kappast seks vikuskifti á rað, áðrenn tað verður stuttur steðgur undan Ólavsøkuni. Í dag er annar FM róðurin á skránni, og hesa ferð fara teir bátarnir, sum stóðu seg best í Klaksvík, at liggja borð um borð og mitt í feltinum.
Eftir Norðoyastevnu-róðurin hevur tað ikki verið frítt, at tað enn eina ferð hevur verið uppi og vent, at tað er óheppið, at startrøðin í fyrsta róðrinum verður avgjørd við lutakasti. Møguleikin er tá størri fyri, at umstøðurnar ikki eru tær somu hjá øllum. Sum so mangan áður hevur verið nevnt at t. d. bygdarstevnan á Skála átti at verið kvalifikatión til plaseringarnar á Norðoyastevnu.
Hetta er ein spurningur, sum bara feløgini eiga rættin at taka støðu til, og tað kunnu tey bara gera á aðalfundinum. Í dag eru teir bestu í miðjuni, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at tørna út, og um úrslitini fara at verða øðrvísi, enn tey vóru fyri einari viku síðani.
Stórur áhugi og gott mál
Á Norðoyastevnu var áhugin fyri róðrinum ógvuliga stórur. Áskoðarafjøldin var væl størri, enn hon ofta hevur verið í Klaksvík. Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, krf.fo, vita tey at siga, at tað leygardagin vitjaðu eitt sindur fleiri enn tvey túsund á heimasíðuni.
Úrslitini í fyrstu FM kappingini leggja upp til, at áhugin ikki verður minni hesa ferð. Eitt nú í kappingini millum 10-mannaførini, har tað hesa ferð verður kappast á 2000 metrum. Í Klaksvík var longsti teinurin 1500 metrar.
Tá ið tað verður róð á Skálafjørðinum eru umstøðurnar góðar at fylgja við hjá áskoðarunum. Endamálið er, tá ið tvær stengur eru yvir eitt. Onnur er á bryggjukantinum, og hin er á húsunum hjá Skipafelagnum. 2000 metra málið er inni á Langanesi. 1500 metra málið er á Bakka, og 1000 metra málið er uttanfyri gomlu stønna á Glyvrum, sum er niðan fyri Støkkhøllina.
Vertirnir ein sigur
Kappróðrarfelagið NSÍ telist millum tey stóru, og teir hava ofta vunnið nógv. Á Norðoyastevnu luttóku teir við sjey manningum, og teir vunnu ein sigur. Tað vóru dreingirnir umborð á nýggja 5-mannafarinum, Spógvanum, sum vunnu.
Tað er FM kappróður í Runavík annað hvørt ár. Tvær tær seinastu ferðirnar hava teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ vunnið eina ferð. Í 2002 vann Eysturoyingurin, og í 2000 vann Tjaldrið við dreingjum.
Á fyrra partinum av róðrarteininum í Klaksvík tóktist Eysturoyingurin at ætla sær at vera við í kappingini, men so steðgaði heilt upp hjá teimum. Í dag hava teir møguleikan í heimasjógvi at vísa, hvør dugur er í teimum.