Nólsoy fingið sína fyrstu skráseting í FAS

Heimstaður »Nólsoy« kemur nú at standa á hekkuni á Fure Star, eftir at sviar hava valt at skráseta 9382 brutto tons stóra produkttangaskipið í føroysku altjóða skipaskránni Svensk skipafeløg síggja møguleikarnar í Føroya Altjóða Skipaskráseting. Seinastu vikurnar hava samráðingar verið millum FAS umsitingina og umboð fyri svensk reiðarí frá oynni Donsö. Samráðingarnar hava gingið væl, og er fyrsta skipið nú komið undir føroyskt flagg.

Donsö er ein lítil oyggj í skergarðinum uttanfyri Göteborg. Har búgva knapt 1500 fólk, men ikki minni enn 14

reiðarí hava sítt høvuðsæti á oynni. Flestu skipini eru nýmótans produkt tangaskip, og umboða tey 20% av

samlaða svenska flotanum innan ?hetta segmentið?. Hóast talan er um fleiri reiðarí, hava tey eitt tætt

sínámillum samarbeiði, m.a. hava tey felags tekniska umsiting.

Umboð fyri FAS og Skipaeftirlitið hava verið á Donsö, og umboð fyri tey svensku reiðaríini hava eisini verið á

vitjan í Føroyum. Teir høvdu fundir við landsstýrismannin í Vinnumálum Johan Dahl, umboð fyri manningarfeløgini og reiðarafelagið fyri farmaskip. Harumframt vitjaðu teir Skipaeftirlitið og Supply Service í Leirvík.

Sum oyggjabúgvar vóru sviarnir serstakliga hugtiknir av Nólsoynni - so hugtiknir, at nýstovnaða smápartafelagið hjá Furetank Rederi AB, sum er eitt av svensku reiðaríunum, hevur fingið navnið »Nolsö Shipping«. Somuleiðis skal »Nólsoy« standa sum heimstaður á Fure Star, sum er fyrsta skipið, ið felagið skrásetur í føroysku altjóða skipaskránni. Um stutta tíð fer felagið væntandi at skráseta tvey skip afturat í FAS.

Í løtuni arbeiða fleiri av hinum Donsö reiðaríunum, umframt donsk og norsk reiðarí, víðarí við at kanna

møguleikarnar fyri eisini at skráseta teirra skip í FAS. Í FAS umsitingini síggja tey fram til eitt spennandi og

hendingaríkt tíðarskeið í heyst.