Til 125 ára dagin hjá Nólsoyar kirkju var eitt kór sett á stovn, sum var við til at hátíðarhalda dagin. Eisini er komin ein bók út um kirkjuna, Kirkjan á Tanganum, í tí sambandi.
Hesaferð hevur tónaskaldið, Leif Hansen, gjørt eina kantatu eftir yrking hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum verður frumframførd á hátíðar gudstænastuni, sum verður nú sunnudagin 4. august.
Fróðarmaðurin, Egon Hansen, skrivar soleiðis í sambandi við 150 ára dagin hjá kirkjuni:
»Tað var 2. august 1863, at Andreas Djurhuus táverandi Føroya próstur, vígdi Nólsoyar kirkju, Kirkjuna á Tanganum, sum Hans A. Djurhuus skald so vakurt nevnir hana í yrkingini við sama navni.
Tann hvítmálaða Nólsoyar kirkja, stendur dygst niðri við sjóvarmálan. Á Kirkjutanganum, ið staðið eitur. Har sjógvurin á sumri á stórari fjørðu, kínir tann tara og slýggjvaksna Kirkjutangan, og so um veturin tá landsynningsaldan brýtur um tangan og inn á víkina. Tá koma skaldaorðini hjá Tróndi á Malarenda fram fyri ein: Tá kundi ei orð eg mæla«.
Tað er júst Egon Hansen, ið er høvundurin til bókina, Kirkjan á Tanganum, sum kom út fyri 25 árum síðani, og hann veit nógv at siga frá um Nólsoyar kirkju.
Hann heldur fram:
»Tað menn vita um, hava allar kirkjur í Nólsoy undan hesari staðið á Kirkjutanganum. Tó sigur søgnin, at í katólskari tíð skuldi eitt bønhús standa í Eyggjagerði, hóast eingin farvegur er eftir tí har, ella nakar kann ávísa, hvar tað hevur staðið. Heldur ikki er nakar grevstur aðrastaðni í Nólsoy enn í gamla kirkjugarðinum á Kirkjutanganum.
Í 1916 varð eitt Skírnarkar funnið undir grevstri í kirkjugarðinum á Kirkjutanganum, og sum er til skjals á Fornminnissavninum. Hesin fornlutur stuðlar eisini uppundir, at kirkjurnar hava staðið her. Sverri Dahl sáli metir, at skírnarkørini, sum eru av norskum uppruna, ivaleyst eru komin til Føroyar í tíðarskeiðnum millum 1100 og 1250«.
Hátíðarhalda dagin
Kórið, ið var sett á stovn til 125 ára dagin, var blandað kór, ið helt fram við at liva í eini 15 ár, áðrenn tað hoyknaði og gavst. Síðani hevur bygdin fingið eitt manskór, sum nú hevur hálvtannað ár á baki, og tað er partur av nýggju kantatuni, sum verður framførd komandi sunnudag.
Kantatukórið er rættiliga stórt fyri eina so lítla bygd, tí útvið 40 sangarar verða við til at framføra nýggju kantatuna sunnudagin.
Hátíðardagurin verður sum nevnt 4. august við bispi á odda, og eftir gudstænastuna verður ein døgurði fyri bygdarfólki og gestum.
Um kirkjuna sjálva heldur Egon Hansen fram:
»Í Nólsoyar kirkju eru nakrir sera sjáldsamir altarlutir. Kalikurin og diskurin eru nevniliga keyptir frá niðurlagda Argja hospitali í 1804. Altarkannan, ið nú stendur í sýnisskápi, er úr glasi við etsingum og brýningum á síðunum. Lokið á kannuni er úr silvuri við árstalinum 1709 íristum. Hetta er elsta silvursmíð í Føroyum.
Á altarinum eru fýra stakar. Tveir stórir, ið eru keyptir fyri kirkjutíggjund og tveir smærri, ið eru givnir av H.A.Djurhuus og M.A.Jacobsen í samsýning fyri umrødda skírnarkarið, ið Fornminnissavnið fekk í varðveiðslu.
Á altarinum stendur eisini ein kristusmynd, ið Poul í Búð (1791 – 1857) í Nólsoy hevur skorið út. Poul í Búð var ein av føroyingunum, sum í 1839 var kanningarferð við Pløyen, amtmanni í Hetlandi«.
Hátíðargudstænastan verður í kirkjuni nú sunnudagin klokkan 12.