Nám: Kom og blaða í nýggja atlasinum

Tað er næstan við nýggja atlasinum, sum tað er við veðrinum. Øll tosa um tað, men eingin fær gjørt nakað við tað.

Í langa tíð hevur verið tosað og skrivað um nýggja atlasið, sum Nám er í ferð við at geva út, og serliga eru tað hvussu nøvn og heiti skulu stavast á føroyskum, sum hava fingið blóðið í kók hjá summum.

Nám hevur arbeitt við nýggja atlasinum í rættiliga langa tíð, men nú er tað fyri fyrstu ferð savnað í eina samanhangandi eind, so til ber at blaða í tí og gera samanberingar.

Gramar hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum og Árni Jacobsen, samskipari í Námi, hevur gjørt eintøk til fylgibólk og fakfólk at blaða í og viðmerkja, skrivar Nám í kunningarskrivi um nýggja atlasið.

Eingin hevur sæð tað, uttan Málráðið, men frá í dag verður høvi til at síggja ávegis útgávuna, nú hon er savnað fyri fyrstu ferð. Og sjálvt um tað er summar og fólk eru í summarfrí, ber til eftir avtalu at koma inn á gólvið í Námi og blaða í útgávuni og kunna seg um landafrøðilig heiti og fyribrigdi, skrivar Nám. Tilboðið stendur við tá summarfrítíðin er av og skúlagongdin er byrjað aftur.

Nýggja altasið "Heimurin - atlas til heim og skúla" skal eftir ætlan vera liðugt seint næsta ár, umleið 1. november 2014, sigur Nám.

- Atlasið hjá Námi bíðar eftir Málráðnum, sum hevur biðið um og fingið eitt skotbrá fram til 1. mai 2014, so ein kvalifiserað avgerð, sum eisini er eftir lógini um Málráð, kann fáast um stavseting. Eftir 1. mai verður alt tilfarið dagført og ritstjórnað av nýggjum saman við upprunaforlagnum, Harper Collins, í fýra mánaðir og so verður tað sent til prentingar, sigur Birgir Kruse frá Námi.