Nú má Kristina traðka á bremsuna

Útreiðslurnar veksa ov nógv og tí er neyðugt at leggja til síðis at hava at standa ímóti við tá ið rakárini koma

 

 

 

Landsstýrið eigur at traðka á bremsuna og at tálma vøkstrinum í útreiðslunum.

 

Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Samgongan hevur nýliga lagt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu samfelagið skal rekast hesi næstu árini og, hvørjar íløgugur skulu gerast.

 

Í hesum sambandi verður staðfest, at útreiðslurnar fara at hækka 1,5 prosent næsta ár, umframt lønarhækkingarnar, sum ongin veit nakað um enn.

 

Men í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru tey ósamd í hesum roknistykkinum, tí tey siga, at útreiðslurnar hækka meiri enn so.

 

– Tað kann vera langur vegur frá einum uppskoti til játtanarkarmar til eina samtykta fíggjarlóg, serliga tá tíðirnar eru góðar sum nú, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Tey vísa á, at mangan hava útreiðslurnar hug at veksa, og harafturat má lønarvøksturin teljast upp í, eins og tað er eisini neyðugt at telja íløgurnar upp í fyri at fáa eina rætta mynd av gongdini.

 

– Í uppskotinum til játtanarkarmarnar fyri í ár vóru útreiðslurnar hjá landinum 4.742,2 milliónir krónur Í uppskotinum fyri næsta ár, eru uútreiðslurnar 4.865,7 milliónir krónur, umframt lønarútreiðslur.

 

– Verður roknað við somu lønarhækking næsta ár, sum hann hevur verið í miðal hesi seinastu trý árini, ella eini tvey prosent um árið, leggjast 45 milliónir krónur afturat útreiðslunum hjá landskassanum.

 

Sostatt er rættari at siga, at frá í ár til 2018, fara útreiiðslurnar at hækka 170 milliónir krónur, ella 3,6 prosent.

 

– Tað ber til at koma til annað úrslit, alt eftir, hvussu nógv lønirnar hækka. Men tað er greitt, at talan verður eftir øllum at døma ikki um ein varisligan vøkstur, sigur Føroya Arbeiðarafelag.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at Løgtingið má tátta í aftur fyri at tálma útreiðsluvøkstrinum hjá landskassanum.

 

Nú tíðirnar eru so góðar, sum tær eru nú, er ikki neyðugt hjá landinum at seta enn meiri ferða á búskapin og sostatt at økja eftirspurningin enn meiri, halda tey.

 

– Tørvur er í staðin á, at landið táttar í, so at nakað er at standa ímóti við, tá tíðirnar gerast verri aftur, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.