Nú melur fyri Heðini

   

Tað liggur væl fyri hjá Heðini Mortensen, tá ið ræður um at snúgva sær undan nærgongdum spurningum.
Hetta er jánkasliga aftursvar hansara í gjár eitt frálíkt dømi um. Snøgt sagt ein slutur fyri ein slatur.
Nei, ikki fekk Leivur Hansen kaldar føtur, tá hann á býráðsfundi atkvøddi fyri uppskoti meirilutans um at lata Hallarstuðlar standa fyri byggingini av ítróttarhøllini í Kollafirði.
Tvinni uppskot lógu á borðinum at taka støðu til, og tá býráðið hevði felt uppskot mítt um, at kommunan sjálv skuldi byggja og reka høllina ? eins og galdandi var fyri Hoyvíkshøllina ? var ikki annað at gera enn í øðrum lagi at taka undir við "take-it-or-leave-it"-loysnini hjá meirilutanum.
Tit tosa um eina høll fyri góðar 13 milj. kr. Hvat er hetta fyri ein høll? Nær verður hon boðin út? Ella er ætlanin kanska ikki at bjóða hana út?
Tá Heðin heldur uppá, at eg havi góðtikið eitt "ynskiprojekt" frá kollfirðingum uppá 40 milj. kr., so er tað sjálvandi eisini púra burturvið.
Veruleikin er, at eg fleiri ferðir gjørdi táverandi bygdarrráðnum greitt, at byggikostnaðurin undir ongum umstøðum mátti fara uppum 20 milj. kr. - og har stóð málið, tá kommunurnar løgdu saman.
Spurningurin um stødd og kostnað var sostatt ikki loystur.
Heðin kallar uppskot mítt um, at kommunan sjálv byggir høllina, fyri eina lappaloysn. Hetta krevur eina nærri frágreiðing, harra Mortensen?
At enda proklamerar hann, at hann ikki bakkar frá givnum lyftum.
Nú haldi eg, at tað av álvara er farið at mala fyri Heðini, og tað munnu ivaleyst fleiri við mær nikka játtandi til.
Hevur hann td. gloymt, nær KÍF hevði 50-ára stovningardag?