Árligi prísvøksturin, sum vit hava upplivað seinastu árini, er nú minkaður munandi. Bíligari brennievni og matvørur toga brúkaraprístalið niður, sigur Hagstovan Sambært nýggjastu tølunum frá Hagstovuni er brúkaraprístalið lækkað 1,2 prosent frá triðja ársfjórðing til fjórða ársfjórðing í 2008. Tí er árligi prísvøksturin nú 4,7 prosent í mun til 7,9 prosent fyri triðja ársfjórðing.
Frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing í 2008 minkaði brúkaraprístalið úr 119,0 til 117,5.
Bíligari brennievni og matvørur eru orsøkin til lækkaða brúkaraprístalið, tí hesir vørubólkar eru vorðnir nakað bíligari, aftan á eitt tíðarskeið við hækkandi prísum.
Sostatt er prísurin á brenniolju til húsarhald lækkaður við 18,3 prosentum, og brennievni til bilar við 13,0 prosentum.
Matvørurprísirnir eru lækkaðir 1,1 prosent seinasta ársfjórðingin. Serliga er prísurin á kjøti minkaður nógv.
Meðan lægri brennioljuprísurin hevur verið orsøk til minkaðu býlisútreiðslurnar seinasta ársfjórðingin, so er støðan øvut í mun til rentuna á íbúðarlánum.
Hendan er hækkað við heili 5,6 prosentum. Samanlagt er prístalið minkað 4,1 prosent.