Nú Mortan hjá Urbanusi fór um sýnina

Í fagrasta summarveðri  nú Klaksvíkin hevði gjørt seg kláran at halda sjómannadag hin 19. august, fingu vit boðini um at Mortan Olsen  Mortan hjá Urbanusi  var farin.

Vit sum kendu hann, steðgaðu á  og kanska hildu, at tað kundi ikki passa. Men sannheit var tað.

Vit vóru nærmastu skyldmenn  báðir av Ánaslagnum  og vit vóru klassakammeratar  báðir føddir í 1943. Hóast vit ikki slitu gáttirnar hjá hvørjum øðrum, havi eg altíð mett Mortan sum ein av mínum bestu vinum.

Mortan var sjómaður alt sítt lív  og ikki kann sigast annað enn, at hann byrjaði tíðliga. Hann segði mær fyri kortum, at hann var í Islandi við Sigurfarinum, sum pápin var skipara á, tann dagin hann fylti 12 ár, hin 6. august 1955.

Og sjógvurin bleiv hansara. Hann var blaðungur, tá ið hann bleiv skipari á Jógvan S, og eg minnist, at ein var ikki sørt stoltur, tá ið tað frættist, at Mortan var farin at føra skip. Væl var fylgt við, hvussu tað gekk honum  og tað má sigast, at væl lá fyri.

Mortan gjørdi ikki stórt hóvasták burtur úr sær sjálvum. Hann  var altíð blíður og eyðmjúkur, og teir sum hava verið saman við Mortani, bera honum allir alt tað besta.

Tá ið tú kom á prát við Mortan, hevði hann tær gávur, at tú altíð fór ríkari frá honum, enn tá ið tú møtti honum, tí hann hevði altíð okkurt gott at siga tær.

Kann ikki lata vera við at nevna eina longri samrøðu vit báðir høvdu fyri kortum norði á Stongum, tá ið vit hittust.

Vit koma á tos um, hvussu ómetaliga nógv alt var broytt, bara okkara tíð.
Ja, segði eg við hann. Tað fekk eg prógv fyri nú ein dagin. Eg mintist bæði Hans Erik, Jógvan Segl, Urbanus og Peila, men nú ein dagin sá eg ein av segluhúsmonnunum  nevnliga Mortan  kl. 10 ein morgun koma gangandi heim gjøgnum Víkanar, etandi ein franskan Hotdogs úr Kiosk Vár.
Og vit flentu við tárum.
Tá ið vit skiltust  vóru vit samdir um, at vit høvdu nógv eftir at práta um, men tað mátti bíða til næstu ferð. Men tað bleiv ongin næstu ferð, tí tað var seinastu fer vit báðir tosaðu saman.

Aftur ein av 43-árganginum er farin, og hettar minnir okkum á, hvussu ómetaliga umráðandi tað er, at hava ferðaseðilin kláran, tí áðrenn tú veit av, verður tú róptur út, og tað verður ov seint at fáa sær Bording Pass. Men Mortan var ferðabúgvin.

Til tykkum, hansara nærmastu. Mátti hin Alvaldi styrkt og troysta tykkum, nú tit hava mist ein, sum tit vóru so ómetaliga góð við  og hann við tykkum.

Góði Mortan. Hvíl í friði.
 
Jógvan E. Ósá