Nú nærkast týðandi oljuboring

Fer boriskipið West Navion at raka við olju, tá tað borar skamt frá føroyska markinum í næsta mánað, verður farið undir royndarframleiðslu og kunnu Føroyar tá koma eitt týðandi fet nærri at gerast oljuframleiðandi tjóð

Oljuleiting


Nú tað hevur verið so kvirt leingi um oljuleiting á landgrunninum, merkir tað tó ikki, at einki rørist á hesum øki. Longu í næsta mánað kemur risastóra boriskipið West Navion á leiðina millum Føroyar og Hetland, har tað skal fara undir eina fyri føroyingar sera týdningarmikla boring. Brunnurin, sum skal borast, er í bretskum øki skamt frá føroyska markinum og ikki so langt frá Marjunbrunninum, sum Amerada Hess boraði í fjør og har fann munandi nøgdir av olju. At felagið hevur stórar vónir til hesa boring sæst m.a. á umhvørvislýsingini, sum Amerada Hess hevur almannakunngjørt í Bretlandi. Her stendur, at ætlanin er at testa brunnin, tvs. at fara undir eina royndarframleiðslu, um so er, at troffið verður við olju. Ein slík testing merkir, at man vil síggja, hvussu goymslan (reservoirið) og oljan eru háttað og bera seg at og um hesi vera grundarlag undir eini veruliga framleiðslu.

Í umhvørvislýsingini stendur m.a.: ?If commercial hydrocarbons are found it may be necessary to ?test? the well in order to obtain detailed information to evaluate the reservoir, which would involve flowing the well and flaring the hydrocarbons?. Við øðrum orðum sleppur olja at renna og verður gassið eisini brent av. Tvs. at fær Amerada Hess bingo, so vilja skip og bátar, sum koma framvið boriskipinum í september ella harum síggja loðan, sum so aftur kann bera boð um, at oljukeldan, ið funnin var á føroyska landgrunninum í fjør, møguliga er lønandi.

Aðrastaðni í skjalinum ?Environmental Statement ? Faroes Extension Well ? Block 204/16? stendur m.a.: ?AHL propose to drill an appraisal well in block 204/16 in the second quarter of 2002, currently targeted to commence in May. The operation to drill, test (if required) and abandon the well is expected to take approximately 87 days if commercial hydracarbons are detected. This Environmental Statement presents the findings of the environmental impact assessment undertaken by AHL for the proposed apprailsal well and the company´s response to the issues raised.?

Tvs. at talan er um eina boring, sum tekur í mesta lagi 87 dagar.



Umboð fyri Amerada Hess hava longu boðað frá, at tað er sera sannlíkt, at feltið, sum funnið varð í føroyskum øki, eisini gongur inn á bretskt øki. Harvið vil tað fyrsta føroyska oljufeltið nakrantíð verða bretskt eisini. Tað er so eitt úrslit av tí marknaavtalu, sum varð gjørd millum londini, og har miðlinjan gjørdist úrslitið. Sigast kann, at um føroyingar ikki fingu krav sítt um miðlinjumark, so hevði øll henda møguliga keldan ligið á bretskum øki og í víðasta konsekvensi vildi eitt mark nærri Føroyum merkt, at stórur partur av økinum, sum vit hava boðið út, vildi verið á bretskum hondum. Í marknaavtaluni við bretar verður møguleikin fyri at gera fund tvørtur um markið nevndur. Vil væl til kann nettupp hetta gerast ein av áhugaverdu spurningunum, sum fokus fer at verða sett á á altjóða oljumessuni í Stavanger seint í august. Bretski oljuráðharrin Brian Wilson verður hjástæddur og Sosialurin skilur, at tað er ikki óhugsandi, at føroyski starvsbróðurin Eyðun Elttør verður har eisini ? og at nettupp hetta felags fundið kann gerast partur av dagskránni. Tað fáa vit tó ikki váttað.

Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess sigur við Sosialin, at teir sjálvandi eru sera spentir um komandi boringina. Men hann heldur tað er skeivt undan boringini at gera sær ov stórar vónir, hóast útlitini eru góð. ?Her er so nógv, sum skal sampakka, skal talan vera um eitt lønanndi fund. Men ómøguligt er tað heldur ikki. Tað skal boringin í næstum geva eitt svar uppá sigur hann.