Nánd: Avvarðandi eru ónøgd

- Serliga hava manglandi búpláss til borgarar við demenssjúkum fylgt nógv, sigur Kristina Toftegaard Larsen, leiðari í Nánd.

Í sínari ársfrágreiðing um gongdina í Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, sigur leiðarin, Kristina Toftegaard Larsen, at árið í fjør var merkt av ónøgd frá avvarðandi vegna manglandi búpláss.

 

- Serliga hava manglandi búpláss til borgarar við demsenssjúkum fylgt nógv, leggur hon aftrat.

 

Leiðarin vísir á, at í 2017 hevði Nánd tilsamans 40 búpláss, harav 12 eru í Vesturstovu í Fuglafirði, men vegna umvæling vóru búplássini í Vesturstovu eitt langt tíðarskeið bara 10. Í Gøtubráð, sum er í Norðragøtu, eru 15 búpláss, 10 á Giljagarði í Leirvík og so eru trý á tí tey rópa ERE.

 

- Sum vit í Nánd hava víst á, er neyðugt skjótast gjørligt at økja um talið av búplássum, og serliga neyðugt er at byggja eitt nýtt demensheim, tá hetta er ein veksandi avbjóðing.

 

Kristina Toftegaard Larsen vísir á, at á vári í 2016 vísti tað seg, at Nánd hevði seks tøk búpláss. Men, í 2017 broyttist støðan munandi, og í oktober í 2017 vóru sjey fólk tørvsmett at hava tørv á búplássi.

 

Leiðarin vísir á, at umframt hesi sjey, eru fleiri onnur, ið væntast at koma á bíðilista skjótt. Nánd hevur tí kannað møguleikarnar fyri at leiga búpláss hjá øðrum eldrasamstørvum víða um, men hesi kunnu ikki ganga umbønini hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á møti.

 

- Tey flestu siga seg hava tørv á sínum plássum sjálvi og kunnu tí ikki í fyrsta umfari leiga búpláss til Nánd.

 

Kristina Toftegaard Larsen sigur, at í 2017 hevði Nánd tørv á 50 búplássum, men bert 40 vóru tøk, og tørvurin í økinum er sambært hagtølunum alsamt veksandi.

 

Øll ársfrágreiðingin hjá Nánd fyri 2017 kann lesast um heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu – www.fuglafjordur.fo