Nær fáa vit ein hart tiltrongdan uttandurapall/speakers corner?

Nú býurin bjóðar seg fram á ymsum økjum og nógvir útiaktivitetir eru, kunnu vit staðfesta, at vit her í Klaksvík so dyggiliga mangla ein fastan uttandura pall, har norðoyingar kunnu samlast til gaman og álvara

Í Klaksvík hevur mentanin altíð havt eitt stórt pláss hjá fólkinum, og ofta samlast nógv fólk bæði til álvara og gaman til ymisk endamál og á ymsum støðum.

 

Eg haldi, at tíðin nú er komin , at Klaksvíkar Kommuna ger íløgur í ein uttandura pall í Klaksvík. Pallurin skal verða ein yvirdekkaður permanentur pallur, ið hevur hóskandi stødd og við øllum neyðugum hentleikum/tøkni, ið ein slíkur pallur hevur brúk fyri, soleiðis at øll kunnu gera brúk av honum og tøknin skal vera permanent. Pallurin kundi staðið á tí fría økinum norðanfyri/uppat skýlinum. Skýlið á Injector Arena gevur góða lívd fyri lágættini.

 

Klaksvíkar Kommuna eigur økið og er hetta eitt gott og rúmsátt øki.

 

Hettar kundi verið Torgið í Klaksvík, har eisini ein lýsingartalva kundi verið, har øll tiltøk yvirhøvur verða lýst. Á henda hátt verður fólkið kunnað, um hvat fyriferst í býnum. Eg ivist onga løtu í, at tað fer ikki at ganga long tíð, áðrenn hettar verður staðið, har fólkið fer at møtast bæði til álvara og gaman.

 

Um vit nú hugsa, at vit flyta fleiri av aktivitetinum, sum plaga at vera á Vágstúni, oman á fríøkið norðanfyri skýlið við Djúpumýru, hevur hettar onki inntriv í ferðsluna við sær.

 

Hetta hevði verið ein góður pallur hjá teim ungu á Dávavirkinum o. ø. at víst síni kynstur á og har kundu samkomurnar í býnum havt síni útimøtir og onnur mentannartiltøk so sum jólahald, torradagar o.l.kundu somuleiðis verið har.

 

Vónandi tekur Klaksvíkar Kommuna væl ímóti hesum.