KAPPRÓÐUR
Annar FM kappróðurin verður í morgin. Hann verður á Sundalagsstevnuni, sum hesa ferð er í Kollafirði. Har hava teir alla vikuna fyrireika seg at taka ímóti hálvt hundrað bátsmanningum.
Sammett við róðurin í Klaksvík eru tvær eyðsýndar broytingar. Onnur er, at tað í Kollafirði verður kappast á øllum trimum teinunum. Í Klaksvík varð róð á 1000 og 1500 metrum. Í morgin skulu 10-mannaførini rógva 2000 metrar.
Hin broytingin er tann, at í morgin fara manningarnar, sum stóðu seg best á Norðoyastevnu at kappast borð um borð. Í Klaksvík var røðin avgjørd í lutakasti. Tað bar við sær, at í onkrum manningum var fjarstøðan í breiddini í feltinum rættuliga stór ímillum teir bátarnar, sum stríddust um fremsta plássið.
Millum róðrarfólk og róðraráhugað yvirhøvur verður tað sjálvandi mett sum stórur fyrimunur, at bestu bátarnir liggja borð um borð.
Um úrslitini á Norðoyastevnu verða nýtt sum grundarlag at meta út frá, so er tað ikki stórvegis ivi um, at Eysturoyingur fer at vinna kappingina millum 10-mannaførini. Fjarstøðan frá teimum og aftur til Klaksvíking á øðrum plássi var í fyrstu FM kappingini knappliga fimm sekund.
Havnarbáturin hevði góðan endaspurt og vann seg fram á triðja plássið. Fyritreytirnar hjá havnarmonnum at standa seg uppaftur betri í morgin, enn teir gjørdu fyri tveimum vikum síðani, eru versnaðar. Undan Norðoyastevnu mistu teir ein mann orsaka av ryggskaða, og eftir Norðoyastevnu hava teir mist ein afturat og av somu orsøk.
Klaksvíkingar halda seg framvegis hava alla orsøk at rokna við, at tað fer at bera teimum til at vinna fyrsta FM nakrantíð, og umborð á Skálabátinum ætla teir í hvussu so er at vinna triðja plássið, sum teir leingi lógu til at vinna í Klaksvík. Vestmenningur plagar at koma seg, og nýggja manningin umborð á Nólsoyingi eigur nú royndirnar frá einum FM róðri.
Knørrur var meiri enn trý sekund frammanfyri Ørv í kappingini millum 8-mannaførini, og Riddarin var fýra sekund frammanfyri Lóm í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum.
Í kappingini millum 5-mannafør við gentum var Blikur knappliga fýra sekund frammanfyri Frúnna og Drekan, ið komu mest sum í senn á mál.
Mest spennandi kappingarnar vóru tær millum 5-mannaførini við kvinnum og 6-mannaførini við monnum. Kvinnurnar við Ørnini vóru eitt lítið sekund undan Sílinum, og menninir á Sølmundi vóru eitt lítið sekund undan Sundabátinum, sum hevði rimmar endaspurt. Jarnbardur var eisini væl við í tí kappingini.
Vónin hjá kollfirðingum um gott úrslit í heimasjógvi er knýtt at dreingjunum umborð á Kolli. Spildurnýggi Jallur vann sannførandi á Norðoyastevnu. Hann var næstan trý sekund frammanfyri Koll.
Sambært veðurmonnunum verður tað í morgin gul til stívt andøvsgul av landssynningi, yvirhøvur turt, sólarglottar og mjørkaflókar. Hitin verður 15-18 stig.