Næraberg farin nýggjan túr

Manningin hendan túrin telir 80 fólk, bæði kvinnur og menn, og skipari er Andor Isansen í Klaksvík

Fiskivinna
Hóskvøldið kl. 23 mynstraði manningin á Nærabergi í Klaksvík. Hendan túrin telir manningin 80 fólk, 23 konufólk og 57 mannfólk. Skipari er klaksvíkingurin, Andor Isaksen.
Næraberg fer í føroyskan sjógv at royna eftir svartkjafti, sum virkaður verður til surimi, fars og mjøl.
Hvussu langur túrurin verður, veldst um fiskiskapin, sigur reiðaríið, J.F.K-Trol í Klaksvík.
Skiparin, Andor, hevur siglt nógv ár við Skálabergi, men hevur siglt sum stýrimaður við Nærabergi, síðan skipið kom til landið.

Sjúrðarberg við Svalbard
Sjúrðarberg hjá J.F.K-Troli er í løtuni á rækjuveiði við Svalbard. Tað eru einir 14 dagar, síðan teir fóru úr Føroyum.
 Hvussu gongst hjá skipinum, veit reiðaríið lítið um at siga í løtuni, tí teir eru so norðarliga, at teir hoyrast ikki.
 Sundaberg liggur í Klaksvík. Sum skilst, er kvotan eystanfyri uppi.
 Fuglberg liggur á Skála.