Næraberg og Varðin keyptu rættindini

Rættindini blivu seld fyri nærum 20 milliónir krónur

P/F Varðin og P/F Næraberg keyptu øll rættindini, tá fjórða afturlatna uppboðssølan bleiv hildin í dag. Tey bæði feløgini keyptu 1, 3 og 8 ára rættindi at veiða sild í føroyskum , íslendskum og NEAFC øki. Tilsamans blivu 8.490 tons seld fyri 19.622.000 krónur.


1 ára rættindi til at veiða 5.150 tons av norðhavssild í føroyskum, íslendskum og NEAFC øki fóru fyri tilsamans 12,875 milliónir krónur. Prísurin var 2,5 kr/kg og keypti Næraberg 2.600 tons fyri 6,5 milliónir krónur og Varðin keypti 5.150 tons fyri 6,375 milliónir krónur.


3 ára rættindini til at veiða 780 tons av norðhavssild í føroyskum, íslendskum og NEAFC øki fóru fyri tilsamans 2,145 milliónir krónur. Prísurin var 2,75 kr/kg og keypti Næraberg 500 tons fyri 1,375 milliónir krónur og Varðin keypti 280 tons fyri 770.000 krónur.


8 ára rættindini til at veiða 1.560 tons av norðhavssild í føroyskum, íslendskum og NEAFC øki fóru fyri tilsamans 4,602 milliónir krónur. Prísurin var 2,95 kr/kg og keypti Næraberg 1.000 tons fyri 2,95 milliónir krónur og Varðin keypti 560 tons fyri 1,652 milliónir krónur.