Nærkast dupultum prísi

Upprunaprísurin á atgongumerkjum til Voxbotn er 595 krónur. Nú bjóða fólk 1.000 krónur á Facebook.

Gravgangurin eftir atgongumerkjum til Voxbotn er byrjaður. Tey, sum av eini hvørjari orsøk ikki kunnu fara sjálvi, selja nú atgongumerkini á ymiskum rótikassum her á Facebook og nú er prísurin komin upp á 1.000 krónur fyri hvørt atgongumerki. Upprunaprísurin í leysasølu var 595 krónur.

 

Bæði løgreglan og fyriskipararnir hava áður sagt, at sjálvandi hevur ein loyvi at selja eitt atgongumerki, um einum sjálvum berst undan at fara. Tá velur tú eisini sjálvur, hvønn tú selur til. Trupuulleikin uppstendur, um onkur tíðliga keypir atgongumerki inn undir seg, fyri síðani at selja tey aftur við vinningi fyri eygað.

 

Framvegis er ein góð vika til Voxbotn verður. Spurningurin er so, um prísurin á atgongumerkjum man fara enn longur upp til ta tíð.