Á JobMatch-stevnuni fer Nærverkið at dyrgja eftir starvsfólki Á JobMatch-stevnuni, sum verður á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fríggjadagin 26. og leygardagin 27. september 2008, fer Nerverkið at dyrgja eftir nýggjum starvsfólkum.
Nærverkið fer at hava ein bás á framsýningini, har høvi verður at hitta starvsfólk frá ymisku deildunum, og kl. 13.00 báðar dagarnar verður áhugaverd framløga um nógvu ymisku starvsmøguleikarnar í Nærverkinum.
Nærverkið fær í komandi árum at hava tørv á nógvum starvsfólkum, og vónandi kann JobMatch vekja áhugan hjá útisetum og danskarum við røttu útbúgvingunum at koma heim aftur til Føroya.