Nú skal AB ansa sær

Fótbóltur: AB hevur sanniliga ikki fingið eina góða byrjan eftir summarsteðgin í 1. deild hjá monnum. Leygardagin mistu teir oddasessin eftir 1-2-tap fyri 07 Vesturi í einum oddabraki, og nú lúrir Skála eftir uppflyting og eltir argjamenn

AB fekk eina heldur keðiliga byrjan eftir summarsteðgin við at spæla 0-0 ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi í Streymnesi síðsta mikudag. Leygardagin skuldu teir á vitjan hjá 07 Vestur, sum við einum sigri kundi ræna oddasessin frá argjamonnum, sum annars áttu hann so trygt miðskeiðis í fyrru hálvu, men nú bara áttu hann vegna betri málmun enn 07 Vestur. Bæði liðini høvdu nevniliga 40 stig.

Nýggir leikarar avgjørdu
Oddabrak var í Sørvági ímillum 07 Vestur og AB. Við einum sigri kundi 07 Vestur yvirtaka oddasessin frá júst AB, og tað var eisini júst tað, sum hendi.
07 Vestur var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki og kom á odda longu tá ið 10 minuttir vóru farnir. Jovan Radinovic-Panic sendi innlegg innfyri og brádliga stóð Hørður Askham, sum júst er leigaður úr B36 og spældi sín næsta dyst fyri vágamenn, leysur, og hann skeyt 07 Vestur á odda 1-0.
Eitt korter seinni økti 07 Vestur til 2-0. Aftur hesaferð stóð Jovan Radinovic-Panic fyri upplegginum, og aftur hesaferð var tað ein nýggjur leikari hjá 07 Vestur, sum skoraði. Nevniliga Brian Olsen. Hann fekk bóltin spældan fyri føturnir frá serbiska miðvallarleikaranum, og eftir eina góða vending í feltinum smekkaði hann bóltin í mál til 2-0.
Í seinna hálvleiki kom AB betur við í dystin, og tað gingu eisini bara sjey minuttir, áðrenn AB hevði minkað um munin. Tað var Bjartur Kjærbo Dam, sum umvegis eitt bein hjá 07 Vestur-verjuleikara fekk bóltin í málið til 1-2.
Útjavnandi málið fekk AB tó ongantíð og 07 Vestur vardi um 2-1-leiðsluna, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið og nú hevur sent teir á oddasessin - trý stig frammanfyri AB.

Skála hóttir
Skála lúrir nú av álvara eftir einari uppflyting og er fýra stig aftanfyri AB. Skálamenn fingu ein kærkomnan 3-2-sigur í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB. Hóast HB var á odda bæði 1-0 og 2-1, so fekk Ólavur Mikkelsen við tveimu málum tryggjað Skála ein 3-2-sigur. HB fekk tveir mans útvístar, nevniliga Sørin N. Samuelsen (tvey gul) og Eli Falkvard Nielsen.
Á Summarfestivalinum í Klaksvík vunnu teir næstbestu hjá KÍ 5-4 ímóti B71. KÍ-veteranurin, Eyðun Klakstein, skoraði sigursmálið stutt fyri leiklok - bara ein minutt eftir at hann varð innskiftur.
EB/Streymur fekk sín fyrsta sigur á útivølli í ár umvegis 3-0-sigur ímóti B68 á Svangaskarði. Hetta var somuleiðis teirra størsti sigur í ár.
Heima í Sargugerði hevði Víkingur ongar trupulleikar av NSÍ. Víkingur vann trygt 4-0 eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikinum.

albinus@sosialurin.fo


07 Vestur - AB 2-1 (2-0)
1-0: Hørður Askham, 10.
2-0: Brian Olsen, 24.
2-1: Bjartur Kjærbo Dam, 52.

HB - Skála 2-3 (1-1)
1-0: Eyðun H. Højgaard, 12.
1-1: Sjúrður Djurhuus, 36.
2-1: Jákup Slættalíð, 59.
2-2: Ólavur Mikkelsen, 71. (br.)
2-3: Ólavur Mikkelsen, 74
Útv.: Sørin N. Samuelsen, Eli Falkvald Nielsen (HB)

Víkingur II - NSÍ II 4-0 (3-0)
1-0: Per Gregersen, 8.
2-0: Per Gregersen, 24.
3-0: Sámal Jákup Joensen, 35.
4-0: Martin Olsen, 62.

KÍ II - B71 5-4 (4-2)
0-1: Rasmus F. Nielsen, 6.
1-1: Bjarki Vágstún, 12. (br.)
2-1: Ivan Joensen, 17.
2-2: Gudmund Nielsen, 26.
3-2: Heri Klein Olsen, 34.
4-2: Heri Klein Olsen, 38.
4-3: Gudmund Nielsen, 55.
4-4: Bakari Bojang, 80. (br.)
5-4: Eyðun Klakstein, 84.

B68 II - EB/Streymur II 0-3 (0-0)
0-1: Jónstein Magnussen, 49.
0-2: Ólavur F. Ejdesgaard, 81.
0-3: Gestur B. Dam, 86.