Nú skal hesin Mikines seljast

Fleiri verk hjá Mikines verða seld á uppboðssølu í næstum

Uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevur sett fleiri verk hjá føroyska listamanninum Sámal Joensen-Miknes til sølu. 

Størsta verkið er tað, sum sæst á myndini omanfyri. Verkið kallast »Jesus á Genesaret vatni« og er oljumálningurin á 100x125 sentimetrar. Verkið, sum varð skapt fyrst í 1950’unum, verður mett til 100.000 krónur. Málningurin verður seldur á uppboðssølu tann 6. juni.

Umframt oljumálningin eru eisini fimm onnur verk til sølu – oljumálningar og akvarel – og metingin av teimum verkunum er millum 12.000 og 40.000 krónur. 

Eisini verk eftir aðrar føroyskar listarmenn eru til sølu hjá Bruun Rasmussen í løtuni.