Eftir javnleik ímóti EB/Streymi og tap ímóti Víkingi megnaði NSÍ fyri tveimum vikum síðani fyri fyrstu ferð higartil í ár at vinna fulla úrtøku á heimavølli, tá ið tað endaði 1-0 ímóti HB. Síðsta sunnudag var talan um søtan 3-1 sigur í Trongisvági.
Klokkan 17 er fyrsta kommunuuppgerðin á skrá, tá ið skálamenn vitja við Løkin.
-Skála hevur sera væl skipaða verju, so vit eru greiðir yvir, at tað skal tol og góður hugburður til, um tað skal eydnast at arbeiða og spæla okkum til møguleikar, staðfestir NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
Tað er ivasamt, um liðformaðurin og fremsti álopsspælarin hjá NSÍ verður førur fyri at spæla ídag. Tíðliga í fyrra hálvleiki, eftir at hann hevði skorað til 1-0, noyddist Klæmint A. Olsen skaddur av vøllinum í Trongisvági.
Tað er greitt, at Einar Tróndargjógv ikki verður við. Hann er leikbannaður, og tí verður Jan Ó. Ellingsgaard á vinstra vongverja hjá NSÍ.
Í 1-1 javnleikinum í Sørvági sunnudagin skoraði Skála fyrsta málið í ár. Skála er einasta liðið, sum higartil ikki hevur vunnið fulla úrtøku:
-Vit fegnast um allar fýra javnleikirnar, og vit arbeiða miðvíst fyri at vinna fyrsta sigurin. Um vit skulu lyfta okkum úr botninum, so er tað neyðugt, at vit vinna fulla úrtøku viðhvørt. Vit rokna við møguleikanum, at tað kann verða ímóti NSÍ. Tað er positivt, at vit hvørja ferð spæla okkum til málmøguleikar, sigur Skála málverjin Andras Gango.
Ólavur Mikkelsen og Arnhold Berg eru skaddir og harvið ikki tøkir. André Olsen hevur verið skaddur í nakrar vikur. Hann er farin at venja aftur.