Fólkaheilsa
Nú skulu vágbingar upp úr stólinum.
Tað halda tey á kunningarstovuni í Vági.
Durita Brattaberg á kunningarstovuni ivast ikki í, at heilsutrupuleikarnir eru teir somu í Suðuroy sum aðrastaðni.
? Vit røra okkum ov lítið, eta kanska ov nógv ella skeivan kost og hetta gevur sum kunnugt trupulleikar sum fiti, høgt blóðtrýst, høgt kolesterol og sukursjúku.
Og nú ætlar Kunningarstovan í Vági sær sostatt í hernað fyri at bøta um heilsuna hjá vágbingum
Sostatt fara vágbingar nú undir eina sera forvitnisliga verkætlan til frama fyri fólkaheilsuna, sum helst ikki er roynd í Føroyum áður.
Tiltøk verða hvørja viku fram til jóla og lagt verður til brots longu í kvøld, 22. september. Fyribils er ætlanin at gevast um miðjan desember og øll tiltøkini byrja við kunningarstovuna í Gamla Skúla í Vági.
Durita Brattanberg sigur, at endamálið við fólkaheilsuverkætlanini í Vági er at gera tað at røra seg til ein natúrligan part av gerandisdegnum.
? Vónandi kann hetta fáa fólk at broyta hugburð og vanar til tað betra.
Hon sigur, at tiltakið er fyri øll, ung sum gomul og tey, sum eru við, kunnu antin ganga, renna ella súkkla.
Ganga, renna og rógva
Hvørt onskvøld verður skipað fyri gonguferð ymsastaðni í Vági. Hetta eru lutfalsliga lættir túrar, sum øll klára, hvør í sínari ferð og ætlanin er at leggja til brots, sama, hvussu veðrið er, tí tað er alt innanbíggja.
Upplýsing hevur stóran týdning og tí fáa luttakararnir eisini eitt eitt gott orð við á vegnum undan hvørjum túri.
Tá fara sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, fysioterapeutar, læknar, kostráðgevarar, tannrøktarar ella onnur í heilsverkinum at hava eina stutta framløgu um ymisk evni í sambandi við heilsu, kost og rørslu.
Durita Brattaberg sigur, at tiltakið er ókeypis.
Fyrsti gongutúrurin verður í kvøld klokkan 19 og byrjað verður við kunningarstovuna í Vági.
? Gingið verður yvir um Sandin, yvir til Verkstaðið á Bakka, eftir ovara vegnum vestur til Kráir og eftir gøtuni vestur á Vatnið og síðani vestur á Eiðið.
Hvønn leygardag klokkan 14 verða grindabátarnar flotaðir.Fyrstu ferð verður nú leygardagin. Fráferðin er altíð úr neystunum, har hvør einstakur bátur stendur.
Túrurin varir ein-tveir 2 tímar og róð verður eftir veðrinum og har eru øll vælkomin at royna seg við ár í hendi, bæði konufólk og mannfólk í øllum aldri.
Men hvønn mánað verður eisini skipað fyri einum longri gongutúri eftir onkrari varðagøtu í Suðuroy.
Gongutúrarnar eftir varðagøtunum byrja leygardagin 16. oktober. Tá verður farið úr Vági til Fámjins. Tann 13. november verður gingið úr Víkarbyrgi til Akrar og seinasti túrurin í ár verður 11. desember, tá ið gingið verður úr Akrabergi til Sumbiar og niðan á Hestin.
Bussur koyrir av kunningarstovuni til gongustaðið og koyrir aftur á Kunningarstovuna eftir loknan gongutúr.
Durita Brattaberg heldur, at trivnaður er eisini umráðandi í heilsufremjandi tiltøkum. Tí er ætlanin, at hittast á Bakkanum eftir hvørt tiltak