Nú skal tað vera loyvt at seta sendara á fólk

Men tað er bara í heilt serligum føri, at tað skal vera loyvt og tað eru heilt greiðar mannagongdir, sum skulu fylgjast

Í ávísum førum skal tað vera loyvt at senda gps-sendara á fólk, og eisini at seta avpeilara á fólk.

Tað stendur í einum uppskoti, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava lagt fyri Løgtingið.

Tey siga, at bæði starvsfólk og avvarðandi, hava sóknast eftir fleiri heimildum at útgera persónar við týðandi sálarligum breki, ið javnan leita sær út, við GPS -ávaringarskipan og peilingarskipan.

Og tað er við hesum í huga, at fáa greiðari reglur á økinum, at tey nú hava lagt uppskotið fyri Løgtingið um heimildirnar til at brúka tvingsils av ymsum slagi ímóti fólki.

Ein partur av hesum uppskotinum skal vera, at í serstøkum førum skal tað vera loyvt at útgera fólk við gps sendara og eini peilingarskipan, soleiðis, at tey, sum vara av teimum, kunnu fylgja við, hvar tey eru stødd.

Her skal bara vera talan um fólk, sum eru so illa fyri sálarliga, at tey kunnu vera í vanda fyri seg sjálvi, ella onnur.

Endamálið er sostatt at verja tey ímóti at koma í óføri.

Avgerðin skal takast í samráði við avvarðandi og vera grundað á skjalfestar upplýsingar um heilsustøðuna hjá persóninum.

Og tað kunnu vera sjúkrahús, bústovnar, ella avvarðandi, sum útgera fólk við slíkum skipanum,

Men setur persónurin seg ímóti at slíkt verður sett í verk, ella seta tey avvarðandi seg ímóti tí, skal málið leggjast fyri eina serliga tvingsilsnevnd, sum eisini skal setast á stovn til at viðgera slík mál um tvingsil ímóti fólki.

Endamálið við eini ávaringarskipanin er at ávara onnur um, at ein persónur við týðandi sálarligum virkistarni fer frá einum avmarkaðum øki, ið er trygt, til eitt øki, ið verður mett sum ótrygt og vandamikið fyri persónin. Men persónurin, sum er undir eftirlitið, kann eisini tilkalla hjálp við eini slíkari skipan.
Endamálið við eini peilingarskipanin, ella einum GPS-ara, er at loyva øðrum at finna ein persón við týðandi sálarligum virkistarni, um persónurin eitt nú er horvin.

Talan kann vera um fólk, sum  ikki duga at ansa eftir ferðsluni, ella sum ikki finna, ella hava skil fyri at  meta um veður og vind.

Tað kann føra við sær, at fólk koma sær í óføri, verða yvirkoyrd, liggja útideyð, dettur oman, ella á sjógv, ella á annan hátt setir lív og heilsu hjá sær sjálvum í vanda.

– Talan kann vera um fólk við demens, og endamálið er at veita umsorgan og tryggja persóninum rásarúm at ferðast tryggur, hóast sína versnandi sjúku, stendur í uppskotinum.