Býráðið í Fuglafjarðar kommunu tók á almennum býráðsfundi hin 26. apríl avgerð um at arbeiða víðari við einari útstykkingarætlan við Innandalsveg í Fuglafirði. Henda komandi útstykking fevnir um eini 10-11 grundstykkir á 400-500 fermetrar.
- Hetta er sera gott byggilendi, har til ber at byggja eitt-plans hús ella hús í tveimum hæddum. Kommunan hevur ognað sær mest sum alt lendið til útstykkingina, og byggisamtyktin fyri økið varð góðkend av mynduleikunum í 2018.
Í Fuglafjarðar kommunu vísa tey á, at henda útstykking er í tráð við nýggja bústaðarpolitikkin, sum kommunala umsitingin og býráðið í felag arbeiða við at fáa framt í hesari setuni.
- Økið við Innandalsveg, har henda komandi útstykking er, liggur upp at einum sera náttúruvøkrum øki Vesturi á Horn, har útsýnið yvir Fuglafjørð er sera gott. Tíðarætlanin, sum kommunan arbeiðir við, er, at hesi grundstykki verða klár til borgarar at keypa seinni í ár ella í fyrru hálvu av komandi ári.
Lagt verður aftrat, at fólk, sum hava áhuga fyri at ogna sær eitt av hesum grundstykkjum, kunnu venda sær til kommunalu umsitingina fyri at fáa meira kunning.
- Vit hava í eina tíð merkt ein ávísan áhuga frá borgarum um grundstykkir í økinum við Innandalsveg, og nøkur av stykkjunum eru longu umbiðin, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.
Í dag búgva umleið 1580 fólk í kommununi, sum umframt Fuglafjørð, eisini fevnir um Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi eru nógv arbeiðspláss, barnagarðar, fólkaskúli og miðnámsskúli, og her er eisini eitt sera ríkt frítíðar- og mentanarlív.
##med2##