Nú skal tað bera til hjá hjúnum at fáa sama millumnavn og eftirnavn. Tað er endamálið við einum uppskoti, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður á økinum, nú hevur lagt fyri Løgtingið.
Hann sigur, at fólk hava heitt á hann um at broyta navnalógina, soleiðis at tað bet til hjá hjúnafeløgum at fáa saman millumnavn og eftirnan.
Tað kunnu tey ikki altíð nú. Eftir galdandi lóg er tað nevniliga so, at annar hjúnarfelagin kann fáa loyvi frá hinum hjúnafeløganum til at taka eftirnavnið hjá hinum hjúnafelaganum. Men tað ber ikki til hjá báðum hjúnafeløgunum at hava sama millumnavn og eftirnavn.
Eitt dømi er, at M Olsen giftist við K Joensen. Tá kann M fáa eftirnavnið hjá K sum sítt eftirnavn, soleiðis at bæði hava Joensen til eftirnavn. Men M kann eisini eita Olsen til millumnavn, soleiðis at fulla navnið verður M Olsen Joensen. Men K kann ikki fáa sær Olsen sum sítt millumnavn og tískil kann K bara eita K Joensen.
Ætlanin við uppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið er, at bæði M og K kunnu sleppa at eita Olsen til millumnavn og Joensen til eftirnavn.