Heldur óvæntað eru tað tey bæði høvuðsstaðarliðini, sum fyribils hava lagt seg á odda í landskappingini.
Ikki minni óvæntað eru føroyameistararnir úr KÍ at finna í kriminella økinum, hóast tað ikki kann rokanast við, at teir verða verandi so niðarliga alt kappingarárið.
Hetta vikuskiftið skulu teir á heimavølli leika móti VB, og er hetta bert ein av dystunum um vikuskiftið, sum í fleri førum tykjast at gerast rættuliga spennandi.
Hóast tað enn eru tvey lið, sum hava fult stigatal, so eru tó ikki tekin um, at liðini enn eru farin at ganga í hvør sínum bólki, soleiðis sum støðan hevur verið seinnu árini.
Hvussu verður, tá komið er longur út á árið, ber sjálvandi illa til at siga, og fyri fyrst hava vit valt at taka saman um teir fimm dystirnar, sum standa á skránni hetta vikuskiftið.
B36 sum favorittur
B36 hevur saman við grannunum úr HB fingið fulla úrtøku úr teimum báðum fyrstu umførunum, og stenudur tað til høvuðsstaðarliðið, er einki at ivast í, at hetta eisini stendur við eftir vikuskiftið.
Hvørki skaðar ella leikbann eru enn farin at gera um seg, og tískil hevur Pelle Andersson alt fólkið tøkt.
Higartil hevur ikki hilnast nakað serligt hjá vágamonnunum, men teir dylja tó ikki fyri, at tað var fløvandi at fáa stig móti NSÍ fyri viku síðani. Komandi dystirnir eru nevnliga móti teimum báðum havnarliðunum, og leikararnir eru greiður um, at teir í øllum førum ikki eru favorittar at vinna hesar dystirnar.
Hóast hetta, so hava teir ongar ætlanir um at geva vertunum nakað til gávus, men fara hinvegin suður at stríðast fyri í hvussu so er øðrum stiginum.
Kim Poulsen og Eyðfinn Davidsen hava enn ikki spælt í landskappingini, og tá vit í gjár frættu úr Vágunum, vóru teir meira enn ivasamir til dystin. Hinvegin er litavin, Bakus, nú komin rættuliga fyri seg aftur, so tað er nærum við sterkastu manning at farið verið ti Havnar.
Bæði skulu vinna
Á Krossinum taka sumbingar hesa ferð móti toftamonnum, sum av mongum vera spáddir at enda ovarlaga hetta kappingarárið. Higartil hevur B68 fingið trý stig, og skulu teir halda fast í oddaliðunum, er helst neyðugt við trimum stigum hetta vikuskiftið.
Móti B36 var Jan Petersen uttanfyri við skaða, og ikki er sannlíkt, at hann verður tøkur sunnudagin. Harumframt hevur Kristian Poulsen havt trupulleikar við lærinum í vikuni, umframt at Eyðstein Skipanes heldur ikki hevur vant alla vikuna.
Skulu toftamenn vinna, fyri at halda fast í oddinum, so er eisini neyðugt hjá sumbingum at fáa stig, um teir skulu lyfta seg upp frá botninum. Sumbingarnir eru fullgreiðir um, at allir dystirnir á árinum eru torførir, men hinvegin eru teir ongantíð lættir at syfta á heimavølli.
Ikki talan um stórsigur
Tað er við spenningi, at sandoyingar sunnudagin taka ímóti gestunum úr Gøtu. Seinnu árini hevur hesin dystur annars roynst sera illa fyri B71, har teir í fleiri førum hava veirð smurdir av.
Hinvegin tykjast gøtumenn ikki at vera eins væl fyri nú, sum teir onkuntíð hava verið, og tí síggja sandoyingar nú ein møguleika at hevna eyðmýkingarnar seinnu árini.
Burtursæð frá Bergleifi Sólsker, sum fekk reyða kortið móti VB, hava sandoyingar alt fólkið tókt, so fyritreytirnar undan dystinum eru so at siga optimalar.
Tað kunnu tær ikki sigast at vera hjá gøtumonnum, sum eftir øllum at døma mugu vera bæði Óla Hansen og Hans Paula Petersen fyri uttan, tí báðir fingu onkrar snuddir móti HB. Hetta merki so aftur, at GÍ noyðist at finna aðrar møguleikar til álopspartin.
Á verjusíðuni leikti Martin Thomsen á fyrsta sinni fyri GÍ mikukvøldið, og sum skilst, er avtala gjørd um, at danin í øllum førum verður við GÍ, tað sum eftir er av fyrru kappingarhálvu.
Sum nevnt, so hava gøtumenn havt sera góð úrslit á Sandi seinnu árini, men hóast hetta, so ivast teir ikki í, at talan verður um ein sera torføran dyst á Sandi sunnudagin.
KÍ undir trýsti
Sum omanfyri nevnt, so eru leikararnir hjá KÍ undir stórum trýsti, nú teir á heimavølli taka ímóti gestum úr Vági.
Í skrivandi løtu er kanska eitt sindur ivasamt, hvussu verður við fólki til hendan dystin, tí í gjárkvøldi hittust bæði liðini eisini í kappingini um løgmanssteypið.
Tá vit í gjár frættu úr Klaksvík, var støðan á leið hin sama, sum hon var fyri viku síðani. Pacek er framvegis útilokaður, orsakað av skaðanum hann fekk undir venjing í farnu viku, og harumframt er framvegis ivi um, nær Arnold Joensen verður tøkur aftur.
John Ryan noyddist út í hálvleikssteðginum, tá KÍ vitjaði í Gundadali, og alla hesa vikuna hevur hann havt frí, so klaksvíkingar vóna, at hann verður tøkur aftur til dystin sunnudagin.
Um trýstið, sum liggur á KÍ-leikarunum í hesum døgum, sigur ein av teimum royndu leikarunum, Harley Bertholdsen, at hetta má ein bara læra at liva við. - Tá talan er um siðvandu feløgini, er altíð eitt ávíst trýst á bæði leikarum og venjara, og hetta sæst eisini aftur, nú vit hava tapt tveir dystir á rað.
Í fjør taptu klaksvíkingar bert tríggjar dystir, og Harley ásannar eisini, at nú er kvotan um at vera uppi, um teir skulu gera sær vónir um at endurvinna FM-heitið. Fyri fyrst ræður tó um at basa vágbingum, og hetta er eisini fremsta málið, sum leikararnir hjá KÍ hava í løtuni.
Vágbingarnir vóru, eins og klaksvíkingar, nakað skerdir, tá teir í gjárkvøldi løgdu leiðina norðureftir, og serliga er tað í verjupartinum, at illa stendur til. Kristof Popzynzki, leikandi venjarin hjá VB, greiddi í gjár frá, at í liðskiparin, Eyðun Jacobsen, í øllum førum ikki var tøkur til dystin í gjárkvøldi vegna sjúku. Harumframt dragast bæði Predrag Zivkovic og Magni Jacobsen við skaður, so líkt er til, at VB má royna seg við at kalla spildurnýggjari verju.
Frameftir vøllinum stendur eitt sindur betri til, men sjálvur var Kristog eitt sindur ivasamur, tá hann eisini hevur verið sjúkur í vikuni.
Hóast hetta, so var tað við góðum treysti, at VB venjarin og menn hansara fóru norðureftir í gjár. Spælið higartil í kappingarárinum eru teir væl nøgdir við, men í dystinum móti B71 stóð úrtøkan als ikki mát við møguleikarnar, og henda skal avgjørt betrast, um hugsingar skal vera um at fáa stig suður aftur við sær.
Oddadystur í Runavík
Toppdysturin hetta vikuskiftið man helst vera í Runavík, har nummar tvey og trý á stigatalvuni bresta saman.
Gestirnir úr Havn høvdu steypadyst mitt í vikuni, men tá sótu fleiri av teimum, sum vanliga eiga fastan sess á vøllinum, uttanfyri og hvíldu seg. Samstundis bar dysturin við sær, at Hans á Lag, sum fekk reytt kort móti KÍ, sat leikbanni av sær, so venjarin hjá HB hevur so at siga alt fólkið tókt til dystin. Undantakið er Hans Jørgen Djurhuus, sum fekk reytt kort í Gøtu.
Úr HB frætta vit, at teir ætla sær á vøllin eftir øllum stigunum sunnudagin. Undan kappingini var annars sagt, at teir sum so ikki høvdu sett sær nakað endaligt mál fyri kappingarárinum, og líkt er eisini til, at hetta hevur verið viðvirkandi til, at taka nakað av trýstinum av ungu monnunum.
Havnarmenninir ætla sær framhaldandi at hava fulla úrtøku eftir vikuskiftið, men hesum eru runavíkingarnir ikki samdir við teimum í. Higartil í ár hevur tó hilnast nakað serligt á heimavølli hjá NSÍ, har teir taptu allar dystirnar í steypakappingini, men nú seta teir sær fyri, at vend skal koma í.
Spælið í landskappingardystunum hevur eisini verið á eini góðari leið, og Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ, heldur eisini, at leikararnir eru sera uppsettir upp á at byggja víðari á góðu byrjanina.
Í løtuni eru runavíkingar á triðja plássinum, og ein sigur á HB, sum teir hava eitt hampuliga gott tak á seinnu árini, førir í minsta lagið annað plássið á stigatalvuni við sær.