Nú sleppa Hanna og Igor at búgva í Føroyum

Tá Kamar Klein í Klaksvík sá í Degi og Viku, at Hanna og Igor úr Ukraina vórðu hótt við at verða víst av landinum, ringdi hann til hana, og beyð henni hjúnalag. Leygardagin giftust tey í prestagarðinum í Klaksvík

Leygardagin giftust Kamar Klein úr Klasvík og Hanna, sum er ættað úr Ukreina.

Hann fekk eyga á Honnu í Degi og Viku herfyri, tá greitt varð frá, at Hanna og 10 ára gamli sonur hennara, Igor, ikki kundu fáa uppihaldsloyvið longt.

Hetta helt Kamar vera synd, og tí ringdi hann til Sjónvarpið fyri at fáa telefonnummarið hjá manninum, sum Hanna búði hjá. So var leyst og liðugt beinanvegin.

? Eg eri ein trúgvandi maður, og eg havi biðið til Gud um at fáa eina konu, sigur Kamar Klein, sum er 60 ára gamal, við Sosialin.

Hanna er 47 ára gomul. Hon kom til Føroya við soninum fyri tveimum árum síðani, og tey hava búð hjá systrini, sum er gift í Sandavági.

Tey hava søkt um at fáa uppihaldsloyvið longt, men hava enn ikki fingið svar. Eftir at tíðindini bórust í Degi og Viku var einsini landsstýrismaðurin Høgni Hoydal drigin inn í málið. Men nú nýtist ikki at vera gjørt meira við uppihaldsloyvið.

? Okkum varð sagt, at tá vit vóru skrivað inn, so var hesin trupulleikin burtur, sigur Kamar Klein.

? Eg kendi tað beinanvegin sum eitt kall - at hetta var konan, sum eg havi biðið Gud um. Tí setti eg meg beinanvegin í samband við mannin, sum hon búði hjá í Sandavági. Og eg haldi, at hetta er ein góðgerð fyri okkum bæði, sigur Kamar.

Tey vórðu vígd í prestagarðinum leygardagin, og brúdleypið stóð í húsunum hjá Kamari - og við vóru 55 fólk.

Hanna skilir ikki føroyskt, men tað ger Igor, sum so skilagóður tulkar, tá vit hitta mammuna í telefonini.

Hon sigur, at hon er sera fegin um at verða gift Kamari, og henni dámar væl í Klaksvík.

Fyrstu ferð hon var í Klaksvík var, tá tey vórðu skrivað inn.

Igor, sum hevur gingið í skúla í Sandavági sigur, at hann trívist sera væl í Føroyum, og hann er spentur at fara í skúla í Klaksvík eftir heystfrítíðina. Hann gongur í triðja flokki - og hann dugir sera væl at tosa føroyskt.

Í Ukraina búðu Hanna og Igor í býnum Ivanofravkiusk, og har gekk Igor fyrstu tíðina í skúla.