Nú stýra kvinnurnar Finnlandi

Ein fyrrverandi meistari í stangarlopi og ein fyrrverandi vakurleikadrotning eru millum ráðharrarnar í nýggju finsku stjórnini, har helmingurin av ráðharrunum eru kvinnur.

Kvinnurnar eru av álvara komnar upp í finskan politikk. Finski forsetin er kvinna, forsætisráðharrin er kvinna, og helmingurin av ráðharrunum í nýggju stjórnini eru kvinnur.

Tarja Halonen, forseti sigur, at menninir í Finnlandi eiga at vera stoltir av, at landið fyri fyrstu ferð hevur fingið eina kvinnu í stjórnarleiðarastarvið. Hon heldur, at hetta er eitt tekin um, at finsku menninir eru fyri javnrættindum, og at tað fer at tæna umdøminum hjá landinum og monnunum.

Í nýggju stjórnini, sum tók við fyrradagin, eru átjan ráðharrar. Miðflokkurin hevur átta, sosialdemokratarnir átta og svenski fólkaflokkurin tveir. Forsætisráðharri er Anneli Jæætteenmæki úr miðflokkinum, og varaforsætisráðharrin er eisini ein kvinna, tann sosialdemokratiska Antti Kalomæki, sum eisini er fíggjarmálaráðharri. Kalomæki er ikki serliga kend uttan fyri Finnland sum politikari, men nógvastaðni minnast tey hana sum ein av heimsins bestu í stangarlopi.

Tann tilnevningin, sum kortini hevur vakt størstan ans í Finnlandi, er, at fyrrverandi vakurleikadrotningin, Tarja Karpela, er vorðin mentamálaráðharri. Hon er 32 ára gomul og einsamøll mamma.

Nýgja finska stjórnin hevur boðað frá, at alt tos um finskan limaskap í NATO verður lagt til viks fyribils, og at stjórnin fer at halda fram við tí óhefta uttanríkispolitikkinum.