Næsta málið er sett

Lars Olsen fegnast um metnógvu stigini, men nú verður strembað eftir næsta metinum.

Við 1-0-sigrinum ímóti Andorra sunnudagin settu Føroyar sum kunnugt stigamet í einari undankapping. Føroyar komu upp á átta stig, og hetta er tað mesta, ið Føroyar nakrantíð hava fingið.


Søgan um metið røkkur eisini út um landoddarnar, og í gjár hevði danska TV2 eina longri samrøðu við danska venjaran á føroyska landsliðnum, Lars Olsen, um hetta bragdið.


Í samrøðuni avdúkar 56 ára gamli venjarin, sum hevur verið landsliðsvenjari síðan 2011, hvussu hann hevur roynt at fingið liðið at spæla fótbólt heldur enn at sparka, hvussu knallhart leikararnir arbeiða fyri sakini og hvussu stórt hetta var fyri Føroyar.


Hann avdúkar eisini hvat málið er framyvir, nærri nágreiniliga til næstu undankapping.


- Eg haldi at føroyingar vóru grammir eftir at metið skuldi setast í ár. Met eru altíð stuttlig at seta, men eg havi tað soleiðis við metum, at tey í grundini einans eru har fyri at verða tikin. So fyri okkum snýr tað seg um at fáa enn fleiri stig næstu undankapping. Tað er soleiðis sæð málið, sigur Lars Olsen við TV2.


Føroyar hevur framvegis møguleika at betra um verandi met, tí tveir dystir eru nevniliga eftir av HM-undankappingini. Tann fyrri er á heimavølli ímóti Lettlandi 7. oktobur, og tríggjar dagar seinni verður so tann seinasti dysturin í bólkinum spældur ímóti Ungarn á útivølli.