Næstan 2.300 fólk bíða eftir at fáa íbúð

Tey eru í øllum aldri, men tey flestu eru í bestu árum

Tilsamans standa 2.935 fólk á bíðilista hjá bústøðum eftir at fáa íbúð. Tað hevur Bústaðir upplýst fyri Løgtinginum, nú eitt uppskot frá Landsstýrinum um at útvega fleiri íbúðir, er til viðgerar.

Hetta er uppskotið, sum vanliga verður kalla bústaðarpakkin, men hetta er ein ætlan, tey í Bústøðum sjálvi hava verið rættiliga atfinningarsom ímóti. Tey siga, at við hesi ætlanini fáa Bústaðir, í besta føri, bygt 70 íbúðir í Havnini, har bústeyðarneyðin er allarstørst.

https://www.in.fo/news-detail/news/samgongan-heldur-folk-a-bidilista-fyri-gjoeldur/LES MEIRI HER: Samgongan heldur fólk á bíðilista fyri gjøldur

Av teimum 2.935 fólkunum, sum standa á bíðilista hjá Bústøðum, eru 644 hvílandi limir, og tað eru 2.291 fólk, sum beinleiðis søkja um at fáa eina íbúð. Og Bústaðir siga, at 80 prosent av teimum søkja um at fáa íbúð í Havn, so fáa tey bara bygt 70 íbúðir í Havn hesi næstu árini, er tað bara ein viðfáningur av tí, sum tørvurin er.

Sum tað sæst í talvuni niðanfyri, eru tey, sum søkja um bústað frá Bústøðum, í øllum aldri, men tann størsti aldursbólkurin er fólk í bestu árum, ella frá 20 – 35 ár. Hetta eru neyvan fólk, sum eiga bústað frammanundan.

##med2##

Men tað eru eisini nógv fólk, sum eru við at koma í pensjónsaldur, ella sum akkurát eru pensjónerað, sum søkja eftir íbúð. Hetta eru kanska fólk, sum eiga hús, men sum vilja hava okkurt minni at búgva í, og so yvirtekur onkur annar húsini.

Men sum tað sæst á yvirlitinum eru tað annars fólk í øllum aldri, og teir elstu umsøkjararnir eru yvir 90.

Sum tað sæst í talvuni niðan fyri, eru tað eisini fólk, sum búgva uttanlands, sum søkja Bústaðir um íbúð. Bústaðir siga, at tey hava 154 limir uttanlands, sum beinleiðis søkja eftir íbúð og harumframt hava tey 69 hvílandi limir.

##med3##

Eisini í hesum føri eru tað mest fólk í bestu árum, sum vilja flyta heim, og sum søkja um at fáa íbúð. Teir størstu aldurbólkarnir eru nevniliga ímillum 25 og 34 ár, men eisini her er talan um fólk í øllum aldri.