Næstan 5.000 deyð av korona í Norðurlondum

Seinasta samdøgrið eru 50 fólk í Norðurlondum deyð av koronavirus. Nógv tey flestu í Svøríki.

Tilsamans eru 4.983 fólk deyð í Norðurlondum av koronafarsóttini. Tað eru 50 fleiri enn síðani hósnáttina. Samdøgrið frammaundan doyðu 95.

Við tilsamans 27,4 milliónum íbúgvum í Norðurlondum svarar tað til 18,3 andlát fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Hvørki í Føroyum ella Grønlandi er nakar deyður av Covid-19.

Her eru samanteljingar av teimum deyðu á midnátt. Tølini í klombrum eru deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Tað kann vera munur á, hvussu londini gera upp tølini, sum tí skulu takast við einum ávísum fyrivarni.

* Svøríki: 3871 deyð (37,8). 40 deyð í 24 tímar.

* Danmark: 561 deyð (9,7). 7 deyð í 24 tímar.

* Finnland: 306 deyð (5,5). 2 deyð í 24 tímar.

* Noreg: 235 deyð (4,4). 1 deyður í 24 tímar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). 0 deyð í 24 tímar.

* Føroyar: Eingin deyður

* Grønland: Eingin deyður

Keldur: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslægeembedet i Grønland, Landslæknaembætið í Føroyum.

/ritzau/