Føroyingar eru ómetaliga væl nøgdir við Rúsuna. Tað vísa Gallupkanningar, Rúsan hevur gjørt hesi seinastu árini. Og kanningarar, sum er á heimasíðuni hjá Rúsuni, vísa somuleiðis, at í dag er nøgdsemið við Rúsuna størri enn tað var í 2013.
Kanningarnar vísir nevniliga, at í dag eru 58 prosent av føroyingum sera væl nøgdir við Rúsuna, og at 39 prosent eru nøgdir.
Sostatt eru tða heili 97 prosent av føroyingum, sum antin eru sera væl nøgdir, ella nøgdir, við Rúsuna. Samstundis eru tað bara eitt prosent av føroyingum, sum eru ónøgdir við Rúsuna, og so eru tað tvey prosent, sum onga ávísa meining hava um hana.
Í 2013 var hetta talið 86 prosent, so yvirhøvur hava føroyingar verið nøgdir við tænastuna, tey fáa frá Rúsuni.