Eingin í øllum Føroyum hevur so nógv arbeiði at velja ímillum, sum mannfólk í Eysturoy. Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysið í í Føroyum. Sum heild er arbeiðsloysið í Føroyum 1,3 prosent, men umframt at tað er eitt sindur av muni á, hvussu arbeiðsloysið er býtt ímillum landspartar, er tað eisini munr á, hvussu tað er býtt ímillum kynini, og ímillum teir ymsu aldursbólkar.
Les eisini: Nú er arbeiðsloysið í Føroyum um at verða metlágt
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur, er hjá monnum í Eysturoy, tí tað eru bara 0,5 prosent av teimum, sum eru arbeiðsleysir. Hinvegin er tað hjá kvinnum í Suðuroy, at arbeiðsloysið hægst, tí har er tað 2,8 prosent, ella meiri enn tvær ferðir so høgt, sum arbeiðsloysið er í miðal.
Tað stendur næstan líka væl til hjá monnum í Norðoyggjum, og í Norðurstreymoy, tí har hjá teimum er arbeiðsloysið 0,6 prosent. Hægsta arbeiðsloysið er hjá monnum í Suðuroy, har tað er 1,7 prosent.
Hinvegin er tað hjá kvinnum í Norðoyggjum, at arbeiðsloysið er lægst, tí har er tað 0,7 prosent. Og tey, sum eru harðast rakt av arbeiðsloysi, eru kvinnur í Suðuroy, tí 2,8 prosent av kvinnunum í Suðuroy, eru arbeiðsleysar. Men eisini í Havn eru lutfalsliga nógvar kvinnur arbeiðsleysar, tí hjá teimum er arbeiðsloysið 1,6 prosent.
Verður higt eftir aldursbólkunun, er arbeiðsloysið lægst hjá teimum yngstu í aldrinum frá 16-24 ár, tí ar er tað 0,8 prosent og teimum í miðaldrandi frá 45-54 ár við 0,9 prosent. Arbeiðsloysið er hægst hjá teimum 25-34 ára gomlu, har tað er 1,6 prosent. Hagstovan sigur, at munurin á arbeiðsloysinum hjá kvinnum og monnum er serliga stórur, júst í hesum aldursbólkinum frá 25-34 ár, har tað tvær ferðir so nógvar kvinnur eru arbeiðsleysar sum tað eru menn.
Hagstovan sigur eisini, at ein lutfalsliga stórur partur av teimum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini. Tað kann merkja, at tey hava verið arbeiðsleys so leingi, at tey ikki longur fáa útgjald úr Als, ella hava tey arbeitt so lítið, at tey ikki fáa útgjald úr Als.