Veturin byrjar nú at gera um seg í Føroyum, og kunnu vit næstu dagarnar vænta, at hitastigini so líðandi nærkast 0 stigum. Tað vísir nýggjast veðurforsøgnin frá donsku veðurtstovuni DMI.
Leygardagur:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Út á kvøldið minkar hann um vindin til gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og nøkur fá æl og møguleiki fyri vátaslettingi. Hitin millum 4 og 8 stig, um náttina niður móti 2 stigum.
Sunnudagur:
Gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og nøkur einstøk æl við vátaslettingi. Hitin alt døgnið millum 2 og 7 stig.
Mánadagur:
Lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest skíggjað og turt. Hitin alt døgnið millum 2 og 7 stig.

Næstu dagarnar verður kaldari

