Í næstu viku verður stóra tónleikakappingin Eurovision hildin í Ukraina. 43 lond eru við í kappingini, sum er nummar 62 í røðini.
Eurovison er skipað við tveimum hálvfinalum, sum verða týskvøldið og hóskvøldið í næstu viku. Leygarkvøldið verður so finalan, har ársins vinnari skal finnast umvegis atkvøðugreiðslur í øllum Europa.
Ein føroyskur sangari verður við í kappingini í Ukraina. Tað er Linda Andrews, sum er kórsangari hjá danska luttakaranum. Danska ferðalagið fór fyri nøkrum døgum síðani til Ukraina at fyrireika seg til kappingina í næstu viku.
Anja Nissen vann donsku kappingina við sanginum Where I Am, og nú hon skal syngja í europeisku kappingini, hevur hon fimm kórsangarar afturat sær. Umframt Lindu Andrews eru sangararnir Julie Lindell, Trille Palsgaard, Jasmin Gabay og Andy Roda.
Kórsangararnir koma ikki at síggjast á pallinum, men teir skulu syngja live saman við Anju Nissen.
Danmark luttekur í seinnu hálvfinaluni, sum verður hóskvøldið í næstu viku, og sambært veddingarfyritøkunum kemur Danmark í finaluna.
Trýst á pílin í myndini fyri at síggja eitt brot av ljóðroynd hjá Anju Nissen í Ukraina. Har hoyrist eisini væl syngjandi kórið, sum Linda Andrews er partur av.