Felagið Nótaskip hevur gjørt av, at fiskiskapurin hjá skipunum í felagnum fær umhvørvisgóðkenning frá felagsskapinum Marine Stewardship Council - MSC MSC lýsir seg sjálvt sum ein altjóða, óheftan felagsskap, ið hevur til endamáls at stuðla ábyrgdarfullan og burðardyggan fiskiskap. Tá ein fiskiskapur, eitt virki o.t. hevur fingið MSC góðkenning, kann fiskurin verða seldur undir umhvørvismerkinum hjá felagsskapinum. Virksemið hjá MSC er í stórum vøkstri.
Nótaskip sigur í tíðindaskrivi, at umhvørvismerktur fiskur hevur vanliga hægri prís enn ómerktur fiskur, og í teimum londum, har tilgongdin við umhvørvisgóðkenning er komin longst, boða støðugt fleiri av teimum stóru handilsketunum frá, at tær í framtíðini einans fara at keypa umhvørvismerktan fisk.
Felagið Nótaskip fer at søkja um at fáa fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild MSC-góðkendan. Hetta stig verður tikið, tí pelagiski flotin í Danmark, Skotlandi, Írlandi og Hollandi hevur søkt um líknandi MSC-góðkenning, og tað sama hevur Norges Sildesalgslag gjørt. Pelagisku skipini hjá hesum londum fiska ein stóran part av kvotunum av makreli og norðhavssild.
Ein fyritreyt fyri, at MSC merkið kann setast á fiskavøruna úti í handlunum, er at øll liðini frá fiskiskipi til brúkaran hava góðkenning, sigur Nótaskip.