Nú skuldu vit verið mitt í bestu nátatíð. Gamalt var, at vikan hvørjumegin mánaðarskiftið var besta tíð til náta, og hóast tað hevur verið so sum so fyrr í vikuni, fingu bátarnir væl í gjár.
Ikki kann sigast, at menn eru líka ídnir at taka náta nú, sum fyrr. Fyri nøkrum árum síðani var so at siga hvør fjøl eftir náta, og í summum bygdum var hetta rættiliga ein vinnuvegur, meðan vertíðin var.
Bygdir sum Hvannasund og Nólsoy gjødru nógv við at taka náta, og tað var ikki sørt, at kapping var millum bátarnar, hvør fekk flestar nátar.
Tað var eisini ein ramur deymur um alt havnarlagið av svidnum royki, og menn sótu í so at siga hvørjum neysti og royttu.
Men svidnaroykur kennist ikki sunnan fyri, tí har verður nátin skoldaður, og hvør heldur upp á sítt, hvar er betri, skjótari og hvar gevur tann besta smakkin.
Sambært fuglafrøðinginum, Jens-Kjeld Jensen, eru størstu nátabjørgini norðanfyri, og longur suður og eystur tú kemur, meiri minkar nátin.
Svínoyarvík og norður úr Ennibergi eru sera góð nátapláss, og har kann takast næstan óavmarkað tal. Liggur væl fyri kann takast út móti hundrað um tíman.
Nógv stríð
Flestu teirra, sum taka náta, taka til húsbrúk. Teir fara ein leygardag, og teir, sum duga sær hógv, taka einar 50 upp á mannin, og tað er so tað. Men ofta kann vera trupult av avmarka seg, tá nógv er at fáa. Tí kann tað lættliga henda, at menn standa við munandi fleiri nátum, enn upprunaliga var ætlanin.
Men summir gera seg út til at dríva nátatøkuna sum ein handil, og tá gingnir eru nakrir dagar inn í nátatíðina, byrja serliga havnarfólk at síggja menn standa í Vágsbotni og selja bæði ílidnar og feskar nátar.
Ofta kann tykjast, at prísurin fyri ein náta er so ríviligur, men fólk, sum ikki hava roynt at tikið náta sjálvi, hava heldur ikki hóming av øllum tí stríði tað er.
Menn fara frá landi um 5-6 tíðina á morgni, taka allan dagin fyri síðani at koma at landið aftur um 8-tíðina á kvøldi. Gamaní fara nakrir tímar í sigling, men hetta eru langir dagar.
Síðani verður sovið nakrar tímar, og so upp aftur at royta. Tað gongur kanska enn ein dagur, áðrenn alt er komið til høldar, og tá er ikki undarligt í, at menn ikki vilja forera fongin burtur fyri einki.
Og í síðsta enda er handilsprinsippið eisini galdandi her við útboði og eftirspurningi.
Dríva tað
Hjá monnum, sum seta sær fyri at dríva tað í nátatíðini, standa fjúrtan strævnir dagar fyri framman.
Tikið verður hvønn dag – um viðrar, sjálvandi – uttan sunnnudag, sum er heilagur eisini hvat nátatøku viðvíkur, og svøvnurin er ofta lítil.
Menn taka seg saman. Einir tveir stima og taka, meðan tveir-tríggir eru á landi at gera reint.
Stríðið er nógv, men tað er ein himmalvíður munur á stríðnum eftir at menn byrjaðu at brúka roytingarmaskinu í staðin fyri at royta við hond. Tí sjálvt um menn kundi vera kvikir at royta við hond, so er tað einki ímóti tí, sum kann fáast frá hondini við maskinu.
Kvikir og royndir menn royta lættliga oman fyri 60 um tíman við maskinu og í førum væl meiri enn tað.
Eitt annað, sum maskinan eisini hevur lætt um er, at so at siga alt dúnið eisini verður tikið við maskinuni. Hetta lættir so eisini munandi um svíðingina, sum gongur munandi skjótari.
So skulu bein, veingir og høvd høggast av, áðrenn fuglurin verðuropaður og innvølurin tikin úr. Síðani skal fuglurin vaskast og saltast niður í kaggar, so hóast góðu hjálpina við roytimaskinu, tekur hetta sína tíð.
Komin á sjógv
Sum nevnt byrjaðu menn at royna eftir náta mánadagin, men ikki fyrr enn í gjár hildnaðist av álvara. Ein skjóttgangandi bátur norðanfyri, sum stimar út frá Hvannasundi, fekk 650 í gjár, og tríggir bátar úr Nólsoy lógu um 200 hvør.
Tíðin nú skuldi eisini verið hin besta, og sambært Jens-Kjeld Jensen sá gott út við nátanum, tá fuglurin var lagstur í mai.
Tað ljóðar eisini, at nátin er sera væl fyri í ár, og spillið av rak nátum er einki.
Hann hevur ligið við høgætt, og tað er ikki besta ættin á góðu nátaleiðunum norðan fyri, men tá nógvur náti er til, hildnast kortini hjá bátunum.