Tað fer at kennast sum ein serliga søtur biti, um tað seinnapartin í morgin fer at eydnast B36 at vinna løgmanssteypið. Teir í árstalsfelagnum hava nógvu tey seinnu árini fingið skotið í skógvarnar, at stuðlarnir á liðnum fyrst og fremst hava verið spælarar, ið hava verið uppaldir í øðrum feløgum, meðan røttu B36arnir meiri ella minni hava verið ífylla.
Tað hava verið nógvir spælarar í B36, sum eru komnir aðra staðni frá. Og tað er einki at ivast í, at teir, sum eru komnir úr øðrum feløgum, og sum nú eru á B36 liðnum, høvdu pyntað um á øllum hinum liðunum í bestu deildini. Heðin á Lakjuni, Magni á Lakjuni, John Petersen, Arnbjørn Danielsen og Pól Thorsteinsson eru allir góðir spælarar, og ivaleyst vera teir allir ella næstan allir ímillum teir fyrstu ellivu hjá Piotr Krakowski í morgin.
Men tað er samstundis ein royndur lutur, at eitt nýtt ættarlið av evnaríkum spælarum, sum eru uppvaksnir í B36, hevur í morgin møguleikan at vera við til at vinna fyrstu stóru kappingina í bestu deildini fyri barndómsfelagið.
? Eg var við, tá B36 vann meistaraskapið í 1997. Síðani tá eru fleiri av teimum, sum eg spældi saman við í yngru deildunum, komnir afturat. Vit vunnu nógv í yngru deildunum, men vit hava einki vunnið í 1. deild, síðani javnaldrarnir hjá mær komu upp í bestu deildina.
Tað sigur Jákup á Borg, sum hevur verið fastur maður á B36 liðnum fýra tey seinastu árini, og sum má metast millum avgjørdu stuðulsspælararnar hjá B36. Ein av spælarunum, sum hann sipar til, er Herbert í Lon Jacobsen, sum undan summarfrítíðini var nógv skaddur, men sum nú er tøkur aftur. Hann er sera skjótur og avgjørdur verjuspælari, og tað er rættuliga sannlíkt, at hann verður settur at taka sær av Kurt Mørkøre.
Ein annar av nýggja B36 ættarliðnum er Kenneth Jacobsen, og ein triði er Klæmint Matras. Saman við Tróndi Vatnhamar, sum í fyrstuni var neyðloysn í málinum, men sum nú er vorðin upplagda fyrsta valið, eru allir hesir fastir menn á liðnum. Ein annar av nýggja B36 ættarliðnum er Fróði Clementsen, sum í fyrraárið var í B68 og fekk sær royndir sum 1. deildarspælari.
? Hjá okkum øllum hevði tað verið framúr at vunnið løgmanssteypið á ólavsøku. Hetta er eisini síðsti møguleikin hjá onkrum av spælarunum í hesum umfarinum at vinna nakað við B36, tí bæði Herbert í Lon Jacobsen og Jan Guttesen vera ikki so drúgvir eftir summarsteðgin. Teir skulu niður í útbúgvingarørindum, veit Jákup á Borg at siga okkum.
Fara úr høvuðsstaðnum
B36 hevur vant dúgliga síðstu vikurnar. Sunnudagin vunnu teir 4?0 á ÍF, og síðani tá hava teir ikki spælt dyst.
Pól Thorsteinsson hevur verið burturi í summarfrí. Hann var fyrstu ferð til venjingar aftur mikudagin. Allir eru tøkir. Einasta lítla ivamálið var í gjár Jákup á Borg:
? Eg vóni sanniliga, at tað fer at bera mær til at spæla. Í síðstu løtu í venjingini hóskvøldið fekk eg ein løst í fótliðin, men tað skal nógv til, áðrenn eg gevi skarvin yvir. Eg rokni við, at fysioterapeuturin fær bilbukt við skaðan.
Í gjárkvøldið skuldu B36arnir leggja síðstu hond á venjingarnar uppundir finaluna. Í dag fara teir at ganga í skrúðgongu, tá ólavsøkan verður sett, og so hava teir fingið boð um at møta aftur seint í kvøld.
? Tað er ikki tí, at venjarin ikki hevur álit á okkum. Tað er meiri tað, at tað verður mett, at vit í ólavsøkumeldrinum ikki fara at fáa høvi at savna hugsanirnar hjá okkum um finaluna. Tí fara vit úr Havnini leygarkvøldið klokkan tíggju. Vit fara inn á Svangaskarð, har vit skulu kobla úr og hvíla okkum, so vit vera so væl fyri, sum tað ber til, tá vit koma suður aftur til finaluna.
Leikluturin nyttar einki
Tá vit líta at støðutalvuni eftir tey fyrstu tíggju umførini í landskappingini, so er skjótt at koma eftir, at B36 hevur favorittleiklutin í finaluni. Men tað leggur Jákup á Borg ikki nógv í:
? Landskappingin og steypakappingin eru púra hvør sítt. Tað sæst kring allan knøttin. Vit kunnu eisini venda tí tann vegin, at KÍ hevur í ár staðið seg betri í steypakappingini, enn vit hava gjørt. Vit fara í hvussu so er ikki á vøllin við tí í huganum, at vit fyri stuttum vunnu nógv á KÍ í Gundadali, og at vit eru betri fyri í landskappingini, enn teir eru.
Dysturin á stólunum
Finalan millum B36 og KÍ í morgin verður fyrsti týdningarmikli dysturin á Tórsvølli millum tvey føroysk lið. Eftir atgongumerkjasøluni at døma, so verður fullsett.
? Tað hevur stóran týdning fyri avrikið, at tú kennir, at áskoðararnir taka dyggiliga á og liva við. Í finaluni fyri tveimum árum síðani var tað eingin ivi um, at tað vóru klaksvíkingarnir, sum vóru óførari at dríva á sínar spælarar, enn áskoðararnir hjá okkum vóru at dríva á okkum. Eg vóni og rokni faktiskt eisini við, at okkara áskoðarar fara at geva ljóð frá sær hesa ferð, so tað ikki bara verða KÍ róp at hoyra í Gundadali á ólavsøku, heldur Jákup á Borg.