Javnaðarflokkurin hevur sitið leingi í samgongu eftir hondini, og fólkini í flokkinum síggja rættiliga móð út. Tí kundi hugsast, at onkur av teimum ikki beinleiðis ókendu í flokkinum, men kanska minni kendu og minni móðu tekur við sessinum eftir Hans Paula Strøm, sum legði frá sær mánadagin, eftir stríðið um meirnýtsluna á 171 milliónir krónur seinastu árini.
Hinvegin peikar Vilhelm Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður, á Vágaportalinum á Eyðgunn Samuelsen og Katrin Dahl Jacobsen. Grundgevingarnar hjá Vilhelm Johannesen síggja eisini rættiliga greiðar út, við at tað verður onkur úr tingmanningini, tí so er framvegis umboð í Suðuroy. Jóannes Eidesgaard, formaður í flokkinum hevur eisini fyrr nevnt, at hann hevur grundhugsanina, at tað er onkur í tingmanningini, sum er fyrsta val.
Skal tó leitast eftir nýggjum blóði, so kundi hugsast, at Vilhelm Johannesen ikki skal leita so langt, tí sonur hansara, Aksel Johannesen, hevur borið seg væl fram fyri flokkin, tá hann hevur havt møguleikan, og hevur eisini verið róstur úr øðrum flokkum.
Hann er í løtuni fyrsti eykamaður hjá flokkinum á tingi, og hevur tí verið at síggja á tingi nakrar ferðir, og har hevur hann ofta gjørt ein góðan figur.
Javnaðarflokkurin hevur ikki havt til vana, at velja fólk uttanfyri tingmanningina, men Aksel Johannesen hevur verið rímiliga nógv við, so kanska verður tað hesaferð, at Javnaðarflokkurin velur onkran uttanfyri.
Krúnprinsurin eisini við
John Johannesen er sjálvandi ikki heilt uttanfyri møguleika, tí hann hevur verið virkin rættiliga leingi í politikki, og verður ofta nevndur krúnprinsurin í flokkinum. Hóast støða hansara er viknað eitt sindur seinastu tíðina. Men hann hevði helst ikki takkað nei til ein landsstýrissess.
Verður onkur politiskt ungur persónur valdur av flokkinum, so stingur trupulleikin seg eisini upp, at Mikkjal Sørensen, sum hevur sitið á tingið seinastu tíðina, tí so nógv fólk hava verið í landsstýrinum, rýkur út. Og so er onki umboð fyri Javnaðarflokkin í Suðuroy í tingmanningini.
Hinvegin er Hans Pauli Strøm, sum kemur aftur í tingbólkin, úr Suðuroy, so kanska tað vigar hinvegin, at tað ber til at taka onkran uttanfyri vanligu tingmanningina.
Men kanska er undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy minkað so nógv, at flokkurin í fyrstu atløgu velur at sleppa oynni.
Helst ikki onnur
Skuldi tað tó verið soleiðis, at onkur í tingbólkinum skal veljast, so eru Gerhard Lognberg, Andrias Petersen og Mikkjal Sørensen.
Ongin av hesum hevur veruliga verið upp á tal til landsstýrissessin. Gerhard Lognberg hevur helst ikki so stóran áhuga í einum sessi í Heilsumálaráðnum. ‘
Andrias Petersen hevur havt sessin, og tað er helst onkur í flokkinum, sum kundi hugsað sær, at hann fekk sessin. Men hann er eisini komin nakað upp í árini og hevur helst hug at starvast sum lækni av og á eisini.
Skuldi onkur úr tingmanningini verið valdur, so er Mikkjal Sørensen, eitt av lakastu boðunum, tí grundgevingin við Suðuroy dettir heilt á gólv.
Tí kunnu vit gita, at bestu boðini í løtuni eru Aksel Johannesen, Katrin Dahl Jakobsen og Eyðgunn Samuelsen, samstundis sum John Johannesen stendur sum ein outsidari. Men tað kann sjálvandi henda, at Javnaðarflokkurin brýtur púra upp úr nýggjum og velur onkran annan, men hetta er lítið sannlíkt.
Allarseinasti møguleikin er tó at koyra Helenu Dam á Neystabø í Heilsumálaráðið, har hon fyrr hevur verið, og so kann Hans Pauli Strøm fara í Mentamálaráðið, tí har hevur Hans Pauli Strøm onga meirnýtslu, og hevur ryggin frían.