Nýtt dansiskeið á Toftum

Tá Anna Kirstin Thomsen helt dansiskeið á Toftum herfyri, var undirtøkan so stór, at skipað verður fyri nýggjum skeiði í fimleikarhøll skúlans fríggjadagin og leygardagin. Seinnapartin fríggjadagin, fríggjakvøldið og allan leygardagin verður alment dansiskeiði í fimleikarhøllini í Tofta skúla. Tað verður Anna Kirstin Thomsen, sum fer at undirvísa, og skeiðini verða fyri bæði børnum, vaksnum, pørum og einstaklingum.

Tey vaksnu fara at læra vanligu veitsludansirnar, foxtrot, quickstep, rock?n roll, vals og linedans ? og børnini fara at læra dansispøl og rock?n roll.

Dansiskeiðið, sum byrjar fríggjadagin, 5. februar klokkan 16 við børnum úr 3., 4. og 5. flokki, heldur fram klokkan 18 og 19.45 við ungum og eldri.

Fríggjakvøldið verður dansað til klokkan 21.45.

Leygardagin 6. februar verður lagt fyri klokkan 10 og hildið verður fram til klokkan 17, tá skeiðið endar.

Dansiskeiðið er ætlað børnum, ungum, eldri, pørum, einstaklingum, nýbyrjarum og eisini fólki, sum duga at dansa.

Skrá, kostnaður og tilmeldingarstøð kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Nes kommunu, www.nes.fo

Hetta er aðru ferð, at Anna Kirstin Thomsen heldur dansiskeið á Toftum innan heilt stutta tíð, og á tí fyrra var undirtøkan rættiliga stór.

Tí verður tiltakið tikið uppaftur nú í vikuskiftinum, fríggjadagin, 5. og leygardagin 6. februar.

Jóhanna Petersen, sum hjálpir dansilærarinnuni, sigur, at fólk kunnu tilmelda seg heilt fram til, at skeiðið byrjar.