Nú fara umstøðurnar hjá føroyskum sjúklingum í Danmark at batna munandi.
Tí tey, sum koma soleiðis fyri, at tey noyðast til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum og teirra avvarðandi, fáa nú eitt nýtt Hotell Tórshavn at gista á.
Umstøðurnar á Hotellinum Tórshavn, sum er, eru vánaligar og trongligar og Landsstýrið hevur nú í eina tíð leitað eftir einum betri hølum til føroyskt sjúklingahotell.
Og nú er tað komið so langt, at herfyri var sáttmáli um eitt nýtt Hotell Tórshavn undirskrivaður.
Tað nýggja hotellið er øll næstovasta hædd og ein triðingur av ovastu hædd í einum húsi í Tåsingegade í Keypmannahavn.
Hølini skulu broytast eitt sindur, men Helena Dam á Neystabø, heilsumálaráðharri væntar, at tað verður klárt at flyta inn í oktober í ár.
Umframt felagsshøli o.a. skal m.a. eisini samráðast um tað ber til at gera ídnaðarkøk í nýggja hotellinum, ella um tað verður neyðugt at fáa avtalu um mat uttanífrá.
? Men okkurt slag av hotellkøki verður sjálvandi, har tað ber til at gera føroyskan mat til gestirnar, sigur Helena Dam á Neystabø.
Eitt munandi framstig
Tað nýggja hotellið verður eitt munandi framstig afturímóti tí hotellinum, sum nú er.
Á hesum nýggja hotellinum eru 45 tveymanskømur, tvs, 90 seingjarpláss. Tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum á hotellinum sum er, tí har eru bara 20 kømur.
Men tey, sum leiga hinar báðar triðingarnar av ovastu hædd, hava eitt rættiliga stutt leigumál, og landsstýrið hevur tryggjað sær framíhjá rætt til at leiga tað eisini, skuldi tað gjørst neyðugt at bygt út.
Á hvørjum verilsi er ein lítil køkur, har fólk sjálvi kunnu kóka sær ein drekkamunn ella gera sær okkurt smávegis til matna.
Rundanum alla ovastu hædd er altan, so tey, sum gista á teimum kømurunum kunnu sita úti í frískari luft, táið veðrið er til vildar.
Helena Dam á Neystabø sigur, at nógv er gjørt við húsini og at kømurini og onnur høli eru ljós og góð.
Tað, sum er eftir at gera, er at gera rúm fyri køki, matstovu, felagshølum o.s.fr.
Fyribils hevur fíggjarnevndin givið Almanna- og Heilsumálastýrinum eina eykajáttan til tær 900.000 krónurnar, sum skulu veitast í trygd fyri hølunum. Harumframt er peningur játtaður til umbyggingina.
Heilsumálaráðharrin sigur, at hetta nýggja hotellið fer at kosta umleið 2,5 milliónir í rakstri um árið. Men tá er hædd ikki tikin fyri, at hotellið hevur møguleika fyri eyka inntøkum, tí tað er so stórt, at tað verða helst altíð kømur tøk til onnur enn sjúklingar og teirra avvarðandi.
Helena Dam á Neystabø sigur, at Landsstýrið leggur storan dent á, at tað nýggja hotellið skal verða eitt stað, har allir føroyingar, sum ferðast í og um Keypmannahavn, eitt nú sjómenn, skulu hava møguleikar at gista nakrar nætur á Hotell Tórshavn fyri ein bíligan penga. Tað nýggja hotellið liggur væl fyri í Keypmannahavn. Tað liggur upp at ?Fælledparken? og út ímóti ?Østerbrogade? og tað er bara eitt korter at ganga yvir á Ríkissjúkrahúsið- og tá verður gingið fót fyri fót, sigur Helena Dam á Neystabø.