Nýtt føroyskt sjónvarp

Bakaríið eitur nýggj undirhaldssending, sum leygarkvøldið verður at síggja á Rás 1

Seinasta hálva árið hava Peter Slyne og Jákup Veihe spælt við tankan um at gera sjónvarp, og nú er komið á mál.
Fyrsta sendingin verður at síggja á Rás 1 hjá Televarpinum leygarkvøldið. Sendingin varir ein tíma ella so.
- Hetta verður ein undirhaldssending. Vit fara at senda satiru, samrøður og prát við gestir. Set verður beinleiðis, sigur Peter Slyne.
Sendingin hevur fingið navnið Bakaríið, og tað er ikki av tilvild. Teir hava nevniliga leigað gamla bakaríið hjá Frants Restorff í Tórgøtu í Havn.

Bíligari
Peter Slyne sigur, at teir ikki á nakran hátt fara at kappast tekniskt við kringvarpið, tí tað ber ikki til. Teir satsa burturav upp á innihaldið.
Hetta er í fyrsta umfari ein roynd.
- Eg havi altíð hildið, at tað má bera til at gera sjónvarp bíligari, enn kringvarpið sigur. Tað kann ikki vera rætt, at tað nýtist at kosta so nógv, sigur Peter Slyne.
Sendingin verður fíggjað við stuðlum. Teir renna ikki eftir smúm lýsarum men hava vent sær til tær størstu fyritøkurnar. Fleiri teirra hava játtað at stuðla nýggju sendingina.
Teir hava annars fingið hjálp frá góðum fólki, útgerð hava teir leigað úr Danmark, og Televarpið stendur við ábyrgdini av at senda.
Bakaríið verður at siggja hvørt leygarkvøld kl. 21.