Tær eru ávegis við einum ævintýri, sum verður frumsýnt í Perluni í næstum. Tær eru í gongd við at umseta ein feministiskan tekst til føroyskt, og nú almannakunngera tær nýggja videolagið.
Drep! Drep! Drep! syngja tær umaftur og umaftur. Tær drepa innaru penu gentuna og loyva bitchini út at spæla. Hvat meina tær við? Tað kanst tú lesa um í ókeypis kvinnublaðnum HON, sum liggur í tínum postkassa í dag, har ein longri reportaga er at lesa.
Brot úr reportagu í HON: GG! Trýst á pílin á myndini omanfyri og síggj spildurnýggja føroyska videolagið!
Tær eru:
Katrin Sigurpálsdóttir Kamban:
Rokkari uttan hol á knænum. Hon spælir bass. Hon byrjaði at spæla bass tá ið hon var 15 ára gomul, tí at hon helt, at bassurin var tað kulasta instrumentið. Bassurin merkist í gólvinum táið tú ert til konsert. Katrin spælir eisini í bólkinum Figment Dwells.
Elsa Gunnardóttir Sevdal:
Rokkari við holi á knænum. Báðum knøunum. Altso hol á buksunum, ikki á sjálvum knænum. Elsa hevur spælt gittar síðani hon var 14 ár. Hon valdi ikki gittaran sjálv, men tað var tað, hon slapp inn til í Musikskúlanum í Fuglafirði. Elsa spælir ikki í nøkrum bólki beint nú, men hon hevur spælt bass í onkrum bólki fyrr.
Mariann Hansen:
Ørður bygdasligur sjónleikari. Útbúgving í Íslandi – oh, tað merkist, tað ger hana eitt vet ørðari enn Duritu. Hon elskar at spyngja kareoke, tað er góð venjing, heldur hon. Í bólkinum deilir hon plássið sum forsangari við Duritu.
Durita Dahl Andreasen:
(Smá)Ørður bygdasligur sjónleikari. Ikki so bygdaslig longur, tí hon hevur lisið í Århuus. Hon syngur sum ein sjónleikari. Hon syngur sum ein góður sjónleikari ið syngur væl.
Sunneva Gaardlykke:
Nydeligur perkussionist. Hon er orsøkin til, at eg má brúka orðið ‘nydelig’. Finni einki annað orð í fevnir um. Nydeligir perkussionistar verða teir mest áhugaverdu rokkararnir. Hamskiftið er hitt størsta. Í hesum bólkinum spælir Sunneva bæði marimba og vibrafon. Hetta er fyrstu ferð, hon spælir við í einum rútmiskum bólki.
Helena Sigurdsdóttir Lamhauge:
Snøggur perkussionist. Í bólkinum spælir hon trummur. Ja, bólkurin hevur ein snøggan trummuspælara. Ein snøggan dugnaligan trummuspælara. Hon er perkussionist, tí at tað er nógv meira sosialt enn at spæla hini klassisku ljóðførini.