Nýtt framtaksfelag skal menna føroyska vinnulívið

Nýggja partafelagið Løkir hevur til endamáls at keypa føroyskar og útlendskar fyritøkur og síðani menna tær.

- Við hesum felagnum kunnu vit gera størri íløgur enn tær, ið vit annars vóru førir fyri einsamallir, sigur formaðurin í nevndini, Petur Háberg Jacobsen.

Tað er Føroya Banki saman við partafeløgunum Krúnborg og Tjaldur sum í felag hava stovnað hetta nýggja framtaksfelagið við heitinum Løkir.
Partapeningin í felagnum kemur frá teimum 20 mió. kr., sum hesi trý feløgini hvør sær hava sett í.
Men óhugsandi er ikki, at bæði partapeningur og eigaraskari verða víðkað í framtíðini.
- Tað er altíð lættari at lyfta tungar íløgur, tá fleiri eru saman um tær, sigur formaðurin í nevndini, Petur Háberg Jacobsen, sum umboðar Krúnborg í felagnum.
Saman við hesum felagnum eru Føroya Banki og Tjaldur somuleiðis við.
Stovnandi fundur í felagnum var fríggjadagin og varð Óla Jákup Kristoffersen, advokatur tá settur sum stjóri. Hann er eisini nevndarlimur, saman við Líggjasi í Bø.
 
Størri dynamikk
Hetta er kortini ikki fyrsta framtaksfelagið her á landi. Í dag eru eisini onnur feløg við líknandi endamálum.
Men á tíðindafundi í morgun varð kortini sligið fast, at tað er tørvur á slíkum feløgum til tær broytingar, sum føroyska vinnulívið er í í løtuni.
- Tað er ikki eitt framtaksfelag ov nógv í dag. Tað er týdningarmikið at hava slík feløg, sum kunnu keypa og menna fyritøkur, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banki.
Ætlanin hjá Løkir er einfalt at keypa og menna fyritøkur í Føroyum og uttanlands – og síðani at selja tær.
Við hesum felagnum er ynskið at skapa størri dynamikk í samfelagið. Soleiðis verður nú lættari at keypa og selja fyritøkur – og at verða keyptur.
 
Ættarliðsskifti á veg
Her kann talan verða um fyritøkur, sum verða einskildar, ella fyritøkur sum standa fyri einum ættarliðsskifti, ella fyritøkur sum snøgt hava tørv á at peningi fyri at vaksa.
Ein treyt er tó við hvørjum einstøkum handli:
- Vit ætla bert at gera íløgur í feløg, sum vit meta at vit kunnu verða við til at menna, slær Petur Háberg Jacobsen fast.
Við teimum 60 mió. er møguleiki fyri at fara til verka longu nú. Hóast lítil tíð er eftir at hesum árinum, so verður kortini ikki útilokað at ikki onkur handil kann verða framdur longu í ár.
- Verður talan um størri verkætlanir, so ber til at hækka partapeningin, sigur hann.
 
Mangir løkir
Øll feløgini í nýggja framtaksfelagnum hava dugað at sæð, at tørvur er á enn einum slíkum felagi í føroyska samfelagnum.
Sum støðan er í dag finnast nógvar fyritøkur við fáum eigarum. Haraftrat er mangan talan um fyritøkur sum hava nakað nógv ár á baki, og tí standa fyri einum eigaraskifti og helst eisini einum ættarliðsskifti.
Her kann nýggja framtaksfelagið seta pening í og síðani menna fyritøkuna við førleika teirra, áðrenn fyritøkan verður seld aftur fyri eitt vónandi størri virði.
Við virðisbrævamarknaðinum verða góðir møguleikar skaptir fyri hesum, og nú einskiljingar standa fyri framman, kann nýggja felagið gerast ein virkin partur av hesum.
- Á henda hátt verður føroyska vinnulívið meiri attraktivt, og verður hetta til gagns fyri allar partar, sigur Janus Petersen.
Teir gera tí kenda orðatakið til teirra: “Mangir løkir smáir, gerast stórar áir”. Nú eitur tað: “Hvør íløga skal verða ein løkur, sum skal gerast til stóra á!”
 

- Møguleikar fyri vøkstri
Fyri stjóran í Føroya Banka, Janus Petersen er eingin ivi um at tørvur er á fleiri slíkum framtaksfeløgum.
Ætlanin er tó ikki at bankin skal verða tann dominerandi parturin av nýggja felagnum. Men ætlanin er at meta sum ein partur av eini langsiktaðari virkisætlan hjá bankanum, sum í roynd og varð sett í verk í fjør.
Endamálið við hesi ætlanini er at fáa bankan at vaksa á øllum økjum, m.a. við at verða við í slíkum framtaksfelagi.
- Nú henda ætlanin er framd í verki, síggja vit stórar møguleikar fyri vøkstri á økinum, sigur Janus Petersen.
Í teirra eygum er greitt, at við fleiri slíkum feløgum á marknaðinum verður hesin meiri effektivur. Og hetta førir so aftur við sær, at størri virði verða í fyritøkunum.
Nýggja Corporate Finance deildin hjá Føroya Banka fer at standa fyri teimum virðismetingum og keypsætlanum, sum skulu gerast, tá framtaksfelagið keypir fyritøkur.
 

 
FAKTA
Navn: Løkir
Endamál: At keypa fyritøkur og menna tær.
Stovnarar: Føroya Banki, p/f Krúnborg og p/f Tjaldur.
Partapeningur: 60 mió. kr. – 20 mió. frá hvørjum felagi
Stjórn: Stjóri Óla Jákup Kristoffersen. Nevndarformaður Petur Háberg Jacobsen.