Nýtt fullveldisblað

Ávaring! Blaðið er fylt við úrvaldum fullveldisráka, ljóðar tað á forsíðuni á nýggja Tarablaðnum, sum kom út í vikuni. Heldur ikki tað meir skaldsliga tilfarið í blaðnum er fyri smásárar sálir

Hóast tilfarið í løtum kundi bent á tað, er nýggja Tarablaðið ikki ein roynd at endurskapa Fregnir, sum gavst í september í fjør. At Tarablaðið hoyrir heima ytst á fullveldisvonginum er tó onki at ivast í. Flestu av greinunum eru sera atfinningarsamar mótvegis sitandi samgongu. Hartil byggir stóra temaið hesuferð á eina nýggja Gallup kanning, sum vísir, at fólk sum heild ikki taka undir við størru avgerðunum hjá samgonguni seinastu mánaðirnar.
Av øðrum greinum kunnu nevnast Skúlaskapur í altjóða samfelagnum, har Vár í Ólavsstovu við neyvum innliti grundgevur fyri, hví ætlanin um ein skúladepil í Hovi er dømd til at miseydnast. Erla Olsen hugleiðir í greinini Den mere kloge narrer den mindre kloge um, hvørt tey ofta vánaligu føroysku samráðingarúrslitini við danir møguliga hanga saman við lága útbúgvingarstøðið hjá okkara landsstýrismonnum.
À tí meir skaldsliga bógnum er millum annað ein rættiliga bersøgin hugleiðing, har føroyskur samtíðarpolitikkur verður samanborin við eina ikki sørt saftiga erotiska støðu.
Samanumtikið eitt sera snøgt blað við eini røð av væl skrivaðum og hugvekjandi greinum, sum ikki leggja fingrarnar ímillum
Í ritstjórnini á nýggja Tarablaðnum sita millum onnur John Dalsgarð og Carl Jóhan Jensen.