Fríggjadagin 11. mai kl. 16 letur ?Listagluggin ? Art Gallerie ? upp í Niels Finsensgøta 25 í Havn.
Nýggja gallaríið húsast í Niels Finsensgøtu 25 í Havn. Inngongd er frá vegnum, og hølini eru á fyrstu hædd. Tað eru Mortan C. Carlsen, Elisa C. Heinesen og Katrin Rubek Nielsen, sum eiga og reka nýggja gallaríið.
Fyrsta framsýningin letur upp fríggjadagin 11. mai kl. 16, tá ferniseringin verður. Tað eru Eyðun av Reyni og Anker Mortensen, ið sýna fram málningar. Hetta eru verk, sum í høvuðsheitum eru gjørd í 2006 og 2007.
?Listagluggin ? Art Gallerie? fer eisini at bjóða fyritøkum, almennum stovnum og privatfólki at taka sær av størri listarligum prýðingum, herundir at fáa til vega hóskandi listaverk, uppheinging, ljósseting o.s fr.
Eisini verður møguligt at leiga hølini til serlig tiltøk so sum móttøkur, hátíðarhald og tíðindaframløgur.