Nýtt gallarí í Norðragøtu

Í gjár læt nýtt gallarí upp í hølunum hjá El-Talvuvirkinum í Norðragøtu, har sum handilin Glæman fyrr helt til. Hildigunn Tausen hevur málningaframsýning frá 6. juli til 1. september.

 

Sambært fyrireikarunum er ætlanin at skipa hetta sum eitt afturvendandi tiltak, har ymisk listafólk hava møguleika at vísa framm síni listaverk í ‘Gallarí Glæman’ í summarfrítíðini. Í ár er tað so Hildigunn Tausen, sum vísir fram.

 

Hildigunn Tausen er uppvaksin í Hovi í Suðuroy og er búsitandi í Danmark, har hon starvast sum pedagogur og psykoterapeutur.

 

Hon hevur fingist við at mála í nógv ár, og myndirnar fáa íblástur frá føroysku náttúruni. Hon er nógv umbiðin til framsýningar í Danmark og hevur eisini framsýningar í Føroyum. Aftaná 1. september vísir hon fram í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Opið er gerandisdagar frá klokkan 8 til 16 og annars eftir avtalu.