Nýtt gistingarhús og nýtt reiðarí á veg

10 nýggj partafeløg vóru skrásett í partafelagsskránni í síðstu viku. Flestu nýggju feløgini fara at virka uttan fyri høvuðsstaðin, skrivar Business Line.

 

Eitt av feløginum, Sp/f Garðalíð, ætlar sær at reka gistingarhús og matstovu á Húsum. Tað er Magni Pauli Garðalíð, seinasti borgarstjórin í Húsa kommunu, sum er stjóri í felagnum.

 

Tummas Anthoniussen, Lion Petersen, Erling Petersen og Símun Grúkaskarð í Klaksvík og Ísakur Petersen á Viðareiði, hava stovnað eitt nýtt smápartafelag, sum skal eiga og reka skip.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni í seinastu viku síggjast her.