Nýtt hitt frá Infernal

Danski poppbólkurin Infernal við Line Rafn og Paw Lagerman á odda hevur júst útgivið videolag til nýggja sangin Can´t Go Back.

 

Lítið og einki hevur verið at hoyrt frá bólkinum seinastu tvey árini, og onkrir fjølmiðlar hava gitt, at Infernal var farið í søguna. Men tað mótprógvar bólkurin við nýggjasta útspælinum, sum hevur eyðkenda Infernal ljóðið.

 

Videolagið er upptikið í New York, har Line og Paw taka okkum við til ein ungdómsbanda, sum heldur til í undirgrundini.

 

Infernal fekk gjøgnumbrot í 1997 við sanginum Sorti de l'Enfer, og síðani hevur bólkurin havt fleiri stór hitt sum Kalinka, From Paris To Berlin og Electric Lights.

 

Bólkurin verður at hoyra í Føroyum um ein góðan mánað, tá Infernal hevur framførslu í Rex í Havn.

 

Niðanfyri ber til at síggja videolagið til sangin Can´t Go Back.