Eftir ætlan fáa føroyskir sjúklingar, sum fara til Danmarkar í viðgerð, nú eitt spildurnýtt sjúklingahotell.
Tað ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum, John Johannessen, skrivaði Sosialurin nú um vikuskiftið.
Á Ólavsøku fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játta pening til ætlanina og ongst sum ætlað, verður nýggja hotellið liðugt at taka í nýtslu næsta ár.
- Tað er ikki ofta, at vit fáa møguleikan at útvega eitt spildurnýtt, nýmótans sjúklingahotell í Keypmannahavn, sum er bygt til endamálið.
Tað, sum talan er, at eitt danskt felag er sinnað at byggja ein bygning, sum Heilsumálaráðið síðani leigar til sjúklingahotell.
John Johannessen sigur, at ein stórur fyrimunur við ætlanini, er at føroyskir myndugleikar fáa ávirkan, so at húsið verður innrættað, soleiðis sum vit sjálvi vilja hava, at okkara sjúklingahotell skal verða.
Nýggja hotellið er í trýkantinum ímillum Omøgade, Æbeløgade og Venøgade, heilt stutt frá Tåsingevej, har Hotell Tórshavn nú er.
Í nýggja sjúklingahotellinum, sum ætlanin er at útvega í Keypmannahavn, er pláss fyri 95 fólkum.
Í sjúkingahotellinum, sum er nú, er pláss fyri 101 fólkum.
- Men tað verður himmalvíður munur á, at umstøðurnar.
Í hotellinum, sum nú er, eru fleiri fólk á sama kamari, fólk verða flutt ímillum kømur og umstøðurnar yvirhøvur eru sera vánalig.
Í tí nýggja hotellinum eru 57 kømur. Fleiri av teimum eru einmanskømur, sum eisini kunnu kunnu gerast til tveymannakømur, so at tað verður pláss fyri enn fleiri fólkum. Har eru eisini fleiri tveymannakømur, umframt kømur til rørslutarnað og størri og smærri íbúðir til húski, tá ið talan er um langtíðarviðgerð.
Harafturat er rúm at hava andakt í og í kjallaranum eru rúm til ítriv av ymsum slagi og nýggja hotellinum verður eisini eitt viðgerðarrúm.
Á horninum beint við er handil.
Á myndini sæst nýggja sjúklingahotellið. Talan er um langa, gráa bygningurin ovast vinstrumegin. Beint yvirav er grønlendska sjuklingahotelli, sum er bygt í vinkul og ímillum er hugnaligur garður. Húsið á horninum eru íbúðir og har er handil í kjallaranum.