Nýtt KT-kervi lættir stýring

Føroya Banki kunngjørdi í morgun ársúrslitið fyri 2009, sum vísti eitt avlop á 135 milliónir krónur. Tað er eitt sindur lægri enn boðað var frá í januar í fjør, men forstjórin, Janus Petersen, er kortini væl nøgdur við úrslitið

- Vit hava stórt sæð hildið tað, vit lovaðu við ársbyrjan 2009. Tá søgdu vit, at vit ynkstu eitt úrslit, sum lá oman fyri 165 milliónir undan útreiðslum til donsku bankapakkarnar og kursreguleringar. Úrslitið endaði so ikki á 165 milliónum, men á 156.
Tað sigur Janus Petersen sum svar upp á spurningin, hví endaliga úrslitið gjørdist 135 milliónir krónur í avlopi, og ikki fær framman undan fráboðaðu 150 til 190 milliónir.
Ein stórur partur av framløguni hjá forstjóranum í Føroya Banka á tíðindafundinum í morgun snúði seg sum vera man um keypið av 12 deildum hjá danska Sparbank.
Deildirnar eru fyri tað fyrsta spjaddar í Danmark, men tríggjar deildir eru eisini uppi í Grønlandi. Men Janus Petersen roknar kortini ikki við, at tað verður trupult at stýra einum so spjaddum virksemi.
- Tað kann tykjast sum eitt stórt øki, men tað, sum vit halda er ógvuliga positivt við hesum keypinum er, at tað passar væl inn í okkara vakstrarstretegi. Tað hevur verið okkara mál at gerast ein fíggjarligur veitari í hesum økinum, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at talan er um grannalond hjá okkum. Danmark, Ísland og Grønland eru tey londini, sum vit hava mest samskifti við yvirhøvur.
- So hetta hevur verið okkara mál heilt frá tí vit løgdu strategi í 2005, at gerast ein fíggjarligur veitari – tað vil siga banki og trygging – í hesum londum, sigur Janus Petersen.
Hetta hevur so eydnast nú, og tað eru stjóri og leiðsla væl nøgd við.

Moody’s umhugsar
- Tá tú spyr, um tað verður trupult at stýra einum so spjaddur virksemi, so rokna vit ikki við tí. Tað, ið talan her er um, er okkara kjarnuvirksemi. Talan er um tað sama, vit gera í Føroyum. Og her er talan um deildir á nøkurlunda somu stødd, sum vit hava í Føroyum, og tær koma at stýra sær sjálvum til greandis. Vit koma so at stýra yvirorðnaða virkseminum her úr Havn, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at Føroya Banki í løtuni er í holt við at skifta sítt KT kervi frá Elektron til SDC og tað merkir, at at allar deildirnar, bæði tær í Føroyum, og tær í Danmark og Grønlandi, far at koyra á sama kervi.
Eitt annað, sum keypið av 12 av deildunum hjá Sparbank hevur ávirkað, er ratingfyritøkuna Moody’s. Teir hava nevniliga boðað frá, at teir í løtuni umhugsa, um teir skulu niðurgrada ratingina hjá Føroya Banka. Orsøkin er, at Føroya Banki við keypinum hevur átikið sær ein stóran útlánsváða á danska marknaðinum, sum Moody’s metir sum rættiliga ótryggan.
- Ja, tað er rætt, at Moody’s í løtuni hevur valt at taka eitt tíðarskeið har teir umhugsa, um keypið skal hava nakra ávirkan á okkara rating. Orsøkin er vælsaktans hon, at tá vit hava gjørt íløgur í hesar deildirnar, so er okkara kapitalstyrki ikki heilt tann sama, sum hon var framman undan. Tá árið í fjør endaði, høvdu vit ein solvens á 26%, sum er tríggjar og eina hálva ferð tað kravda, nú er hann nakað minni, eini 15%. Tað er framvegis tvífalt tað kravda, men tað er vælsaktans hendan støðan, Moody’s vil hyggja at, sigur Janus Petersen.

Bakkafrost seljast
Forstjórin í Føroya Banka kunngjørdi á tíðindafundinum í morgun, at bankin fyrireikar søluna at sínum parti av Bakkafrost, og at hendan sølan skal fremjast fyrra hálvár í ár. Men hóast tíðirnar ikki enn eru tær bestu fíggjarliga, metir forstjórin ikki, at bankin eigur at bíða við hesi søluni til tíðirnar gerast betri og bankin harvið kann fáa meira fyri tann triðingin av Bakkafrost, sum bankin eigur.
- Nú eru vit ikki einasti eigarin av Bakkafrost. Vit eiga sjálvandi okkara lut í fyritøkuni, og okkara hugsan er, at skapa eitt føroyskt alisamtak, sum kann kappast við stóru alifyritøkurnar uttanlands, og skal tað kunna henda, má felagið hava atgongd til stóra kapitalmarknaðin uttanlands, sigur Janus Petersen.
Hann metir tí, at hóast vit enn eru í einari fíggjarkreppu, so er tíðin ikki illa valt at selja bankans part í Bakkafrost og at skráseta fyritøkuna á børsinum.
- Vit eru jú annar av ráðgevunum, sum arbeiðir við at skráseta Bakkafrost á børsinum í Oslo – hin er Nordea – og vit meta, at tíðirnar eru so mikið góðar fyri alivinnuna her í Norðurlondum í løtuni, millum annað av tí, at prísirnir eru so ómetaliga høgir, og av tí, at tað gongur illa í hond hjá alivinnuni aðrastaðni í heiminum, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at úrslitið hjá Bakkafrost í ár talar fyri seg.
- Úrslitið er tað besta hjá Bakkafrost yvirhøvur nakrantíð, sum nakað føroyskt alifelag hevur havt. Úrslitini hjá alifelgøum í Norðurlondum eru í hæddini og tað ger eisini, at áhugin fyri alifeløgum á børsmarknaðinum eru í topp, hóast vit hava eina fíggjarkreppu, sigur Janus Petersen.

Varlig meting
Tá forstjórin fyri Føroya Banka skal meta um úrslitið fyri árið í ár, verður ikki skotið hægri enn gjørt var fyri árið í fjør, hóast bankin hevur økt um virksemið við 12 nýggjum deildum.
- Vit hava altíð sett eina æru í ikki at lova meira enn vit kunnu halda, og higartil hava vit verið varnir og gjørt forsøgnir, sum stórt sæð hava hildið. Og tað vilja vit helst eisini megna fyri 2010, sigr Janus Petersen.
Hann sigur, at tað er neyðugt at vera realistirkur.
- 2010 verður eitt ár við nógvum útreiðslum fyri Føroya Banka. Vit koma at gera stórar íløgur í KT-skipanina, harímillum íløgur til kervið til tær nýggju deildirnar, vit hava keypt. Hartil gjalda vit framhaldandi ein stóran prís fyri bankapakkarnar, so talan verður um stórar útreiðslur í ár, sigur Janus Petersen.
Talan verður um størri útreiðslur enn tað verða eftir 2010.
- Men tá tað er sagt vil eg eisini siga, at 150 til 190 milliónir krónur í avlopi eisini er eitt gott úrslit, so kunnu vit náa tað, fari eg at verða sera væl nøgdur. Men tað er heldur eingin loyna, at eg vænti 2011 og 2012 fara at geva munandi betri úrslit, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.