Tryggingarfelagið Føroyar víðkar virksemið. “Betri pensjón” er navnið á nýggja lívstryggingar- og pensjónsfelagi teirra. Í løtuni starvast fýra fólk hjá “Betri pensjón”. Tey arbeiða við seinastu fyrireikingunum, soleiðis at allir smálutir eru fingnir upp á pláss, tá felagið trínur inn á marknaðin.
– Higartil hevur alt fyrireikingararbeiðið gingið sum ætlað, og vit arbeiða nú miðvíst við at fáa allar smálutir á pláss, sigur stjórin í “Betri pensjón”, Mortan Poulsen.
Gongst sum ætlað, verður tað innan eitt hálvt ár, at “Betri pensjón” stígur inn á marknaðin við sínum tilboðum og brýtur molopolið, sum higartil hevur valdað á føroyska marknaðinum.
– Vit ætla at fevna breitt. Betri pensjón fer at bjóða privatkundum, fakfeløgum og virkjum einfaldar og fjølbroyttar tænastur. Tað skal vera lætt og ómaksleyst – fyri ikki at siga betri – hjá øllum at brúka Betri pensjón, sigur Mortan Poulsen.
Lætt at skifta skipan
“Betri pensjón” varð formliga stovnað í gjár. “Betri pensjón” er eitt nýtt dótturfelag hjá P/F TF Holding, á sama hátt sum Tryggingarfelagið Føroyar er eitt dótturfelag hjá TF Holding.
Við stovnsetanini av “Betri pensjón” er monopolið á lívstryggingar- og pensjónsøkið brotið. “Betri pensjón” fer at veita føroyingum tryggingar innan skaða, lív og pensjón.
Hetta fara tey undir í summar, og verður tað gjørt gjøgnum deildirnar hjá Tryggingarfelagnum og umvegis heimasíðuna hjá “Betri pensjón”.
Mortan Poulsen sigur, at stjórin á “Betri pensjón” hevur hesar fyrimunir:
– Einfaldar upptøkutreytir, egnan pensjónskassa, tað verður ikki goldið meiri fyri trygging enn tørvur er á, lágan umsitingarkostna, og tað verður einfalt at koma inn og úr skipanini.
Hetta seinasta við, at tað er lætt og einfalt at koma inn og úr skipanini legði Mortan Poulsen stóran dent á, og hann kundi gera greitt, at um tú fert úr skipanini, so flytur uppsparingin við tær út.
Vita hvar pengarnir fara
Mortan Poulsen greiddi frá, at fyrireikingarnar av nýggja felagnum hava staðið á í eitt gott ár. Nú “Betri pensjón” byrjar sítt virksemi, eru slagorðini betri valmøguleikar, innlit, avkast og ávirkan. Spurdur um hetta ikki í stóran mun eru populistisk hugtøk, og um hetta ikki eru meiri atfinningar av kappingarneytanum, svarar Mortan Poulsen, at í “Betri pensjón” vita fólk, hvat pengarnir fara til.
– Vit hava skilt, at fólk hava verið ógreið um, hvat tey hava fingið fyri peningin tey hava goldið. Tey hava ikki vita hvussu pengar teirra verða brúktir.
Tað skal nú broytast við “Betri pensjón”, og sambært Mortan Poulsen skulu kundar teirra ikki rinda meiri fyri trygging enn tørvur er á.